Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi í Sumbiartunlinun. Løgreglan sigur, at talan var um ein bil, sum hevdi rent á inni í tunlinum. Stoyturin var so mikið harður, at bilurin er mestsum vrak og pláturnar vórðu tiknar av honum.
Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, gramdi seg um pínu og fór við sjúkrabili á Sjúkrahúsið, men har varð staðfest, at einki var brotið, so bilførarin slapp væl.
Løgreglan sigur, at enn er ógreitt, hví bilurin rendi inn í tunnilsmunnan, men tey hava í hvussu so staðfest, at rúsdrekka var ikki uppií.