Vit vóru vinkonur í 40 ár

Sonja: fødd 2. /3.54 deyð 14./12-13

Góða Sonja
Tað kennist so undarligt, at tú ikki ert her meira. Eg havi fleiri ferðir ætlað mær at ringt til tín, men so verði eg mint á, at tú ikki ert her meira. Eg var á veg at vitja teg, tá eg fekk boðini frá Michael, at tú vart farin — “Sonja er bortgået” sum hann tók til. Tað var akkurát, sum okkurt innan í mær slitnaði. Seinastu ferð eg tosaði við teg, ljóðaði tú nokk so byrg á málinum, og eg fekk tað fatan, at tú fórt at klára at gerast frísk, og halda tín 60 ára føð­ingardag, sum tú ætlaði, skuldi haldast við manér. Helst skuldi føðingardagurin haldast í Hovi, fyri at so mong sum gjørligt kundu vera við. Tær dámdi so væl at vera í vertskapi, og hava øll tíni rundan um teg. Tín 50 ára føðingardagur eydnaðist so væl, og ætlaði tú, at tín 60 ára føðingardagur skuldi feirast.
Vit báðar komu at kennast fyri fjøruti árum síðani. Tað hevði verið ógvusligt eldgos í Íslandi, og føroyingar høvdu víst stórt hjálpsemi við at stuðla tí katastrofurakta Ís­landi. Í 1974 var Ísland vert­­ur fyri norðurlendskari handi­kaplegu í Fludir við Selfoss. Tann Íslendska stjórnin vildi í hesum sambandi, sum takk fyri stuðulin, Føroyar høvdu veitt í sambandi við eldgosið, bjóða nøkrum føroyingum við á hesa leguna. Vit báðar fóru avstað, og gjørdist hetta eitt vinarlag fyri lívið.,”Eitt eldgos skuldi til fyri at vit skuldu koma at kennast”. So­leiðis plagdu vit onkuntíð at taka til.
Heimafturkomin úr Ís­landi fekst tú kunning um Eg­mont háskúlan í Danmark, og byrjaði tú har á heysti sama ár.
Ein dagin eg stóð framman fyri vindeygað heima í stov­uni, og eygleiddi ánna, sum førdi tað fossandi vatnið út á sjógv, kom eitt bræv frá tær. Tú skrivaði til mín, at um eg kom niður á háskúlan, vildi tú taka eitt skeið afturat. Hetta er tað besta hugskotið, eg nakrantið havi fingið. Á háskúlanum komu vit at hava nógvar góðar og ríkar løtur saman. Her fekst tú møguleika at geva tín vísdóm til kennar, og kom eg fleiri ferðir at uppliva hvussu vís tú vart, og vil eg siga , at tú ert eitt ta vísasta fólkið, eg havi møtt á lívsleið míni. Eg eri so takksom fyri, at vit komu at kennast so væl.
Á háskúlanum møtti tú Michael, og tit gjørdust par. Tit vóru eitt so vakurt par í viðgangi og mótgangi heilt til endan. Tit nýttu allar styrk­irnar hjá hvør øðrum á ein fyrimyndarligan hátt.
Aftan á uppihaldið á há­skúlanum fluttu tit til Rød­ovre at búgva. Tað var alla tíðina meiningin hjá tær at flyta heim aftur til Føroyar eftir eina tíð. Tin støða gjørdi, at tú skuldi planleggja íbúðarumstøðurnar hjá tær so gjølla, men tú hevði vón um, at tað fór at eydnast tykk­um báðum at búsetast í Føroyum. Tú kunnaði teg javn­an um møguleikarnar at flyta heim, onkuntíð visti tað seg at vera ein glotti, men so sá svart út aftur. Tú vart glað fyri at búgva í Rødovre kommunu, sum ger so nógv fyri at menna handikappumhvørvið.
Rødovrecentrið hevur fleiri ár á rað fingið virðisløn fyri áhaldandi at betra um viðurskiftini, soleiðis at tað skulu vera góðir møguleikar at ferðast og koma hjá koyri­stólsbrúkarum. Hetta gledd­ist tú um, og nýttu vit nógva tíð í teimum góðu um­støðunum.
Vit hittust oftani ta fyrstu tíðina eftir, at vit høvdu verið á háskúlanum. Tú ringdi onkuntíð til mín, og bað meg koma at vitja. Einaferð fyrislerdi tú, at vit skuldu fara á Skarv at møta føroyingum. Vit komu inn á Skarv, og tað sýntist at vera OK, líka til ein maður kom til tín og spurdi teg, um tú ikki helt, at tað var ópassandi, at tú vart inni á Skarv, tí at koyristólurin hjá tær tók so ríkiligt av plássi. Henda við­merkingin ávirkaði teg nógv. Eg fór til mannin og segði við hann, at hann hevði møgu­leika at biðja teg um um­bering, men ov seint var. Michael var blivin so keddur av støðuni, at vit gjørdu av at fara heim. Tú royndi við troystandi orðum at siga, at hann var óbúgvin, og hevði helst onkrar forðingar. Heim­komin lat tú upp fyri tínum sjáldsama humristiska sansi, og helt fyri, “at hasin maðurin mundi fara at fáa friðskjól í Føroyum”.
Tú gleddist yvir, at Før­oya­húsið varð sett á stovn, og at føroysk tiltøk skuldu vera har. Tað gjørdist eitt skuffilsi fyri teg, at atkomuviðurskiftini í Føroyahúsinum vóru so vánalig, so tað ikki var gjør­ligt hjá tær at luttaka, og fáa gleði av tiltøkunum.
Tú hevði serligar gávur at tekna, ja heilt framúr fínar gávur. Eg eri so heppin at eiga onkrar av tínum myndum. Tað var so fantastiskt at síggja teg tekna, hvørt strok hevði so stóran týdning. Eisini dugdi tú so væl at mála. Tú fekst tað heilt serliga litspælið fram. Tað litspælið, sum tú fekst fram, passaði so væl við títt innara kensluliga og klóka litspæl.
Eg var hjá tykkum í Rød­ovre tann dagin pápi tín doyði. Tað var so sárt hjá tær, tú hevði ikki møguleika at fara heim og vera til jarð­arferðina hjá pápa tínum. Tú vildi fegin verið saman við øllum tínum, mammuni og systkjum og familju. Tú vildi so fegin senda eina heilsan heim við mær, eg skuldi fara heim dagin eftir. Tú vart byrj­að at tekna eina mynd av Kristiani hjá John - tí elsta langabbasoninum hjá pápa tínum. Eg útsetti heimferðina í tveir dagar, so at tú kundi gera myndina lidna, og eg kundi hava hana við til Elin og John, sum eina heilsan frá tær. Tað kendist væl at hava hesa ektaðu gávuna frá tær í taskuni, tá eg tríggjar dagar seinni fór til Hovs at fylgja pápa tínum, og skapti henda myndin so stóran ugga og fløva, og gjørdi, at samtalan bleiv so fjálg. Tú vart altíð so umhugsin bæði í tí stóra og tí smáa.
Tú hevði so stóran áhuga fyri tínari familju, og vóru tey øll so góð við teg. Tú hevði ein serligan máta at fylgja við, hvussu tað gekst hjá teimum øllum. Tey vóru oftani og vitjaðu teg, og tú syrgdi altíð fyri, at tað skuldi vera eitt gott upplivilsi at leggja leiðina framvið hjá tær og Michael.
Tú plagdi at ringja til mín, tá tú hevði upplivað okkurt gott, t.d. um tú hevði sæð okk­­urt í Rødovrecentrinum, sum kanska passaði mær ella børnunum í liti og skapi. Um eg boðaði frá, at eg ætlaði at leggja leiðina framvið hjá tær, hevði tú altíð okkurt hug­­skot um, hvat var møgu­ligt at fáa burturúr. Konsert, loppumarknað, innkeypstúr ella ein túr út á Lange Linje at hyggja eftir Den Lille Hav­frue, og fáa ein ís úr tí serligu ísbúðini har úti. Eisini vitjaðu vit kaffeir og resturatiónir. Alt hetta lat seg gera, tí Michael koyrdi handikappbilin, sum tú so virði­liga hevði forhandlað og argumenterað fyri at fáa, og sum passaði so væl til tín og tín tørv.
Seinastu ferð tú vart í Før­oyum, var í juni /juli í 2009. Arnóra og Heiðrún vóru báð­ar lidnar við student, og fingu prógvið. Hetta var ein stórhending, og tú vart so glað at kunna vera við, tá tær fingu prógvini handað á studentaskúlanum í Hovi.
Tú segði, at tú bleivst ávirkað av teimum ljósu nátt­unum - tú fekst so illa hvílt. Tað var 30 ár síðani, at tú hevði verið heima um hesa tíðina, og tú hevði gloymt hvussu tað var. Tá tit komu aftur til Havnar, komu tit fram­við hjá okkum, fyri at heilsa uppá Brynhild, sum eisini hevði fingið students­prógv. Tað sigur so nógv um, hvør tú vart. Tú vart ein stór persónligheit.
Tey seinastu árini vart tú farin at leingjast meira og meira til Føroyar. Michael og tú ætlaðu at koma til Føroyar at búgva. Tú kunnaði teg um ibúðarmøguleikarnar v.m. Tá tú fekst boð um, at ong­ar ætlanir vóru, hvørki á kommunu- ella landsplani at byggja leiguíbúðir til rørslu­tarnað, gjørdist tú rættiliga mótfallin, og dreymurin um at flyta heimaftur brast.
Sjúkan tók yvirhond, og 14. desember 2013, um somu tíð sum Nelson Mandela fór sína seinastu ferð ígjøgnum Jóhannisburg á veg til heim­bygdina, andaðist tú. Sostatt komu tú og Nelson Mandela at standa undir børu ein dag í senn. Nelson varð jarðaður í heimbygdini Qunu 15. de­sember, og tú í heimbygdini Hovi 21 desember.
Tað var gott, at eg kom at kenna teg og øll tíni.
Kærar heilsanir
-----
Helena