Vit skulu verja brúkaran við eini føroyskari skipan

?Vit taka fult undir við at brúkarin í Føroyum verður tryggjaður best møguligt. Men tað skal ikki gerast á tann hátt, sum javanaðrflokkurin vil, sigur Tjóðveldisflokkurin

Brúkaravernd

?Sjálvsagt skal brúkarin í Føroyum tryggjast best møguligt. Spurningurin er bara, hvussu tað skal gerast. Og vit halda ikki,at hátturin, sum javnaðarflokkurin ætlar at gera tað uppá, er tann rætti.
Sigur Signar á Brúnni, sum var framsøgumaður tjóðveldsifloksins, tá ið uppskotið frá javnaðarflokkinum um brúkarastovn, varð til 1. viðgerð í Løgtinginum.
Sum tað sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, er framsøgumaður javnaðarfloksins, Hans Pauli Strøm serliga vónsvikin av, at tjóðveldisflokkurin ikki vildi taka undir við uppskotinum.
Vit hava spurt Signar á Brúnni, hví Tjóðveldisflokkurin ikki vil taka undir við uppskotinum.
?Tað er ongin ivi um, at vit eiga at raðfesta brúkaran frammaliga og at tryggja hann best møguligt.
Hann sigur, at tjóðveldisflokkurin heldur ikki, at er rætti mátin at gera tað við at flyta ta donsku ella ta norsku skipanina og seta tær í verk í Føroyum, tí tær eru gjørdar til samfeløg, sum eru hundrað ferðir størri enn okkara.
?Íslendingar hava eina aðra skipan, sum er nógv bíligari, og vit eiga eisini at kanna, hvussu hon virkar.
?Skulu vit hava ein serstaka brúkarsskipan í Føroyum, eiga vit at gera eina skipan, sum hóskar eitt lítið samfelag sum okkara, ístaðin fyri at flyta eina skipan inn á okkum, sum er gjørd til eitt stórt samfelag.
Hann vísir millum annað á, at í Føroyum er nógv styttri ímillum tann sum keypir og tann sum selir, enn tað er í Í Danmark og í Svøríki.
? Øll kenna hvønn annan og eru viðurskifti, eg eri misnøgdur við, antin tá ið egeri á verkstað við bilinu, ella keypi í einum handli, ber til at fáa tað í rættlag í eini handavending.
Hann vísir eisini á, at kappingin er so hørð í dag, at ongin fyritøka hevur ráð til at lata vera við at geva viðskiftafólki sínum tað bestu tænastuna og tað er góð brúkaravernd í sær sjálvum, heldur Signar á Brúnni.

Ikki ein stovn afturat
Signar á Brúnni vísir eisini á, at tað eru einar 6-7 lógir í gildi í Føroyum, sum hava við keyp og sølu at gera, eitt nú kappingarlógin og hann heldur, at vit eiga at kanna, um tað ikki ber til at byggja brúkaraverndina inn í eina ella fleiri av hesum lógunum.
Í tí liggur eisini, at Tjóðveldisflokkurin aftrar seg við at byggja eina nýggjan almennan stovn upp afturat í Føroyum.
?Tað verður sagt, at hann fer at kosta góðar tvær milliónir um árið, men vit vita av royndum, at almennir stovnar hava lyndi til at bólgna, sigur Signar á Brúnni.
?Tað kann væl verða, at onkur sigur, at tvær milliónir er ein dropi í havinum. Men tað er eitt gamalr orðatak, at ?mangir løkir smáir, gera stórar áir?, sigur Signar á Brúnni.