Vit skulu geva fólki fleiri gularøtur og minni písk

Tað ber ikki til at kroysta fólk at halda upp at at brúka olju

Tað er ikki rætt at leggja avgjald á fólk fyri at tvinga fólk at leggja um til varandi orku. Tað heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhørvismálum.

Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri ymsar almennar myndugleikar, hevur gjørt eitt tilmæli um, hvussu ferð kann setast á ætlanina at fáa fólk at gevast at brúka olju og at leggja um til varandi orku ístaðin. Hetta er bæði galdandi fyri ætlanin at fáa fólk at fáa hitapumpu heima við hús, og at fáa sær elbil heldur enn bilar, sum brúka bensin ella diesel.

Tað gongur sum ein reyður tráður ígjøgnum tilmælið , at besta loysnin er at píska fólk til at fáa sær grøna orku við at leggja avgjøld á olju, bensin og diesel við tí endamáli at gera tað so dýrt, at fólk skulu verða tvingað at leggja um.

 

Les eisini: Føroyingar skulu pískast til at spara olju og bensin

 

Nú verður løgtingsval seinni í summar og eingin veit, hvør verður samgongu í næsta valskeiði. Men Sirið Stenberg, sum er verandi landsstýrisfólk í umhvørvismálum, heldur ikki, at hetta er rætta kósin.

Hon sigur, at higartil hevur politikkurin hjá samgonguni verið at eggja fólki til at fáa sær grøna orku við at taka mvg, og onnur avgjøld, av elbilum og hitapumpum, og við at lata fólk fáa bíligari streym til hesi endamálini.

Hinvegin hevur andstøðan, ella í stórir partar av henni, nevniliga Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, ikki tikið undir við summum av hesum ætlanunum.

Og Sirið Stenberg heldur framvegis, at tað er rætti vegurin at ganga at geva fólki eina gularót fyri at eggja teimum til at leggja um til varandi orku, heldur enn at royna at píska fólk til tað við avgjøldum av ymsum slagi.

Hon vísir eisini á, at tað má ikki verða so dýrt hjá fólki at leggja um, at tað tekur ov langa tíð at vinna íløguna inn aftur, tí talan er um lutfalsliga stórar íløgur.

Eitt av tilmælunum er eisini, at tá ið oljufýr verða skift út, skal tað ikki verða loyvt at seta nýtt oljufýr upp, tí tá skal hitapumpa setast upp ístaðin.

Ofta eru tað pensjónistar, sum hava oljufýr, sum eru so gomul, at tey skulu skiftast út, og tað hevur verið ein atfinning, at skulu tey tvingast at fáa sær hitapumpu, kann tað í roynd og veru vera tað sama sum at reka tey frá hús og heimi, tí tað eru tað nógv, sum ikki hava ráð til. Tað sama ger seg galdandi hjá fólki, sum annars ikki eru so væl fyri fíggjarliga.

Og her er Sirið Stenberg ikki ósamd í, og tað heldur hon er enn ein orsøk til at fremja orskuskifti við príslækkingum, heldur enn við avgjøldum.

Hinvegin heldur hon, at tað er meiri skil í tilmælinum um at tá ið nýggj hús verða bygd, skal tað vera eitt krav, at tey fáa sær hitapumpu.

Men tann stóri spurningur er, hvussu vit fáa allar verandi bústaðir at leggja um til hitapumpu, leggur hon afturat.

Hon sigur, at annars er endaliga tilmælið frá arbeiðsbólkinum ikki liðugt enn. Tað er nú sent til hoyringar hjá myndugleiku og feløgum, sum hava áhuga í málinum og tá ið tær hoyringarnar eru lidnar, verður eitt endaligt tilmælið gjørt.

– Og tað kann henda, at broytingar verða gjørdar í tí, heldur Sirið Stenberg.

Annars er tað bara í ár afturat, at tað verður mvg frítt at fáa sær hitapumpu til sethús, tí lógin um tað er bara galdandi til á nýggjárinum.