15. septembur er ætlanin at fáa 2.500 føroyingar út at rudda land okkara. Føroyar mugu taka ábyrgd av ruskinum í náttúruni, siga Sigrun Mohr og Elin Lindenskov.
Fyri nøkrum árum síðani blivu Føroyar í altjóða miðlum lýstar sum órørdar, ótarnaðar og óspiltar, eitt stað, sum enn var reint og skært.
Kortini hava vit seinastu tíðina ferð eftir ferð sæð dømi um, at heilt so reinar eru Føroyar kanska ikki. Myndir av ravnum, sum nýti spreingitráðir at reiðrast við, heilir aliringar, sum liggja í sløast í fjørðuni, bilvrak sum rusta úti í haganum. Plastposar danda millum steinarnar niðri við sjóvarmálan, tjøldrini við fjøturi um beinini – av plastikki.
- Nú er tíðin komin at rudda Føroyar, siga Sigrun Mohr og Elin Lindenskov, sum saman við FNU og Ringrás hava tikið stig til at luttaka í World Clean-Up Day í septembur. Føroyski parturin hevur fingið heitið Rudda Føroyar.
- Eg las um tiltakið onkustaðni og varnaðist, at á listanum yvir luttakandi lond vantaði Føroyar. Eg hugsaði, at tað bar ikki til, at vit ikki vóru við, tá so nógv onnur av heimsins londum vóru við. So eg setti meg beinanvegin í samband við Sigruna Mohr og spurdi, um hon var áhugað í at gera okkurt saman við mær, greiðir Elin Lindenskov frá.
Vit sita í Heilsumálaráðnum, har tær báðar, saman við Lindu MacDonald, hava sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, stevnu at greiða frá tiltakinum.
Sirið Stenberg sigur, at hon kennir væl til trupulleikan við dálking í náttúruni.
- So seint sum mánadagin sóu vit eitt dømi, tá vit koyrdu gjøgnum Hvalbiartunnilin. Har, á einum víkiplássið, hevði onkur verið og tømt skrelliposan, so har fleyt í ruski, segði landsstýriskvinnan, sum eisini luttók í ruddingardegnum í Vágs kommunu, sum var herfyri.
- Tá blivu vit ovfarin av at síggja, at lítið av burturkastinum vit funnu, var húsarhaldsburturkast, men øgiliga nógv kom frá vinnuni, segði Sirið Stenberg.
Tað kann tó vera ymiskt frá staði til stað, tí fert tú oman í Sandágerð sæst týðiliga, at eisini nógv húsarhaldsburturkast endar á sjónum.
150 lond fara at luttaka í World Clean-Up day, ella alheims ruddingardegnum, í ár, sum verður 15. septembur. Málið er at fáa fimm prosent av heimsins íbúgvum út at rudda hendan dagin. Í Føroyum vil tað siga eini 2.500 fók.
- Endamálið við degnum er, umframt at rudda eitt øki, at gera fólk meiri tilvitað um, hvussu nógv rusk vit skapa. Kanska kann tað fáa fólk at gera meiri burtur úr endurnýtslu ella at keypa minni, sigur Sigrun Mohr.
- Eg haldi, at Føroyar eiga at taka ábyrgd í tí ovurhondsstóru avbjóðingini, sum vit hava við ruski í náttúruni, sigur Elin Lindenskov.
- Tað er tíð upp á at seta Føroyakortið á heimskortið, heldur Sigrun Mohr.
Nú verður tíðin brúkt til at kunna um tiltakið og royna at fáa einkultpersónar, kommunur, vinnu og feløg at taka ábyrgd eisini.
- Eitt slíkt átak er eitt stórt tiltak, og tí tørvar okkum nógva og góða hjálp, bæði til at fyrireika tiltakið áðrenn og til at beina ruskið burtur aftaná, siga tær báðar.
Í løtuni verður arbeitt við at týða ein app til føroyskt. Appin, sum eitur World Cleanup er tøk á enskum, men í næsta mánaði verður føroyska umsetingin liðug.
- Á appini kann ein skráseta, hvar ein finnur rusk, hvussu nógv rusk talan er um og hvat slag av ruski, talan er um. Á hendan hátt fáa vit skrásett, hvussu nógv rusk liggur og flýtur í føroysku náttúruni, greiðir Linda MacDonald frá. Hon tekur sær av tøkniliga partinum av tiltakinum. Umframt appina, hevur tiltakið ein Facebook-vanga og ein føroysk heimasíða er eisini á veg.
- Tað sum er gott við hesi appini, er at ein kann taka mynd av ruskinum og á hendan hátt kunnu vit skjalfesta, hvat slag av ruski talan er um. Tá kunnu vit siga, um hetta er vinnuligt burturkast ella húsarhaldsburturkast, og um tað er føroyskt ella kanska útlendskt, sigur Linda MacDonald.
Tær tríggjar, Linda, Sigrun og Elin siga, at ætlanin er ikki at koma við einum moralskum peikifingri til fólk, men kunning fyri at broyta teirra hugburð.
- Vit kunnu ikki tveita rusk út í náttúruna í gerandisdegnum og so fara at rudda ein dag um árið. Varandi broyting kemur ikki, fyrr enn vit megna at minka um ruskið, sum hvør okkara framleiðir, sigur Sigrun Mohr.