- Vit hava strekt okkum langt

- Dentur varð lagdur á at skapa tryggari setanarviðurskifti fyri hjálparfólk á dagstovnaøkinum til tess at økja um trivnaðin og stabilitetin, sigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tók undir við semingsuppskotinum, ið var lagt fyri partarnar um 20-tíðina í gjárkvøldið. Hinvegin vrakaði Føroya Pedagogfela uppskotið, sum vit hava greitt frá á In.fo seinnapartin.

 

- Lønarhækkanin í semingsuppskotinum var á støði við tað, ið onnur feløg hava fingið. Talan var um lønarhækkan, sum hevði komið øllum limum tilgóðar, harímillum námsfrøðingum, hjálparfólkum, námsfrøðiligum atstøðingum og øðrum.

 

Tað sigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í tíðindaskrivi í kvøld.

 

- Arbeitt varð við at orða protokollat viðv. § 10 í sáttmálanum um tíð til annað arbeiðið. Ætlanin við protokollatinum var at kanna, um sáttmálaásetingin skapar hóskandi karmar hjá leiðarum á dagstovnaøkinum at skipa tilrættisleggingina og eftirmetingina av pedagogiska arbeiðnum.

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at dentur eisini varð lagdur á at skapa tryggari setanarviðurskifti fyri hjálparfólk á dagstovnaøkinum til tess at økja um trivnaðin og stabilitetin á økinum.

 

- Vit hava strekt okkum langt fyri at fáa semju partanna millum, soleiðis at sleppast skuldi undan sáttmálaloysi og møguligum hóttanum um stríðsstig, sigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í fráboðan í kvøld.