Tað var einki forgjørt í tí, at Rúni Róin fekk eina fráfaringarløn, tá hann fór frá DONG. Tað heldur hann í hvussu er ikki sjálvur.
Rúni Róin var í sínari tíð »head-huntaður« til DONG.
- Eg var í TDC tá og hevði verið har í eini fýra ár, og beint eftir, at Anders Eldrup varð blivin stjóri í DONG í 2001, bleiv eg head-huntaður til DONG, sigur Rúni Róin.
Hann hevði ongan hug at skifta, tí hann hevði eitt gott starv í TDC, men eftir nakrar mánaðir tók hann so kortini av.
Uppgávan var greið.
- Tað var at standa á odda fyri nógva av tí strategiska arbeiðinum, íløguarbeiðinum og eisini keyp og sølu av fyritøkum. Seinni bleiv tað eisini til, at DONG skuldi skrásetast á børsinum, og eg var við til at fyrireika tað arbeiðið fýra ferðir, men av ymiskum politiskum orsøkum, gjørdist tað ongantíð til nakað, sigur Rúni Róin.
Sjálvur heldur hann, at hann var við til at fremja eitt stórt arbeiði í DONG.
- Eg og tey fólkini, sum eisini hava verið frammi her í Danmark, hava ein rættiliga stóran part av æruni fyri, at tað hevur gingið DONG so gott, sum tað hevur gingið. Og harvið eisini verið til gagns fyri danska samfelagið, sigur Rúni Róin.
Hann vísir á, at DONG hevur næstan fýrafaldað støddina, síðani hann byrjaði at arbeiða har.
- Tað hevur eydnast at savna meginpartin av orkufeløgunum í Danmark í DONG Energy, og tað hevur skapt eitt felag, sum fyri tað fyrsta hevur fleiri enn 3.000 arbeiðspláss í Keypmannahavn, og fyri tað næsta hevur orku at lyfta uppgávur uttanlands, sigur Rúni Róin.
Varð ikki koyrdur
Eitt stórt innsatsumráði hjá DONG var vindorka, serliga á havinum.
- Tað er tann orkuvinnan í heiminum, sum er í størstum vøkstri í løtuni, og har er DONG treytaleyst størsta fyritøkan. Tað hevur verið ein stór handilslig sukse, og virðingin er stór fyri hesum runt um í heiminum, og har hava vit hav tein heilt týðandi leiklut í tí menningini, sigur Rúni Róin.
Danskir fjølmiðlar skriva í hesum døgum síðu upp og síðu niður um leiklutin hjá teimum fýra gyltu starvsfólkunum í Corporate Finance deildini hjá DONG, og millum annað verður sagt, at Carsten Krogsgaard Thomsen, fíggjarstjórin á deildini, sá seg noyddan at koyra Rúna Róin, orsakað av kærum. Men tað kennir føroyski stjórin einki til.
- Har hendi einki annað enn, at vit komu ásamt um at steðga samstarvinum. Eg hevði ongantíð ætlað mær at verið so leingi í DONG. Eg hevði hugsað mær at verið í fýra-fimm ár, men endaði við at vera har í níggju ár. Eg hevði leingi hugsað um at royna okkurt annað, og tað gørdi, at vit funnu eina loysn so eg gavst hjá DONG fyrig óðum ári síðani, sigur Rúni Róin.
Hann avsannar sostatt, at hann var koyrdur.
- Nei, eg varð ikki koyrdur, sigur Rúni Róin.
Í kjalarvørrinum av at forstjórin, Anders Eldrup, varð koyrdur, eru nógvar skuldsetingar komnar fram í donsku miðlunum, millum annað, at Rúni Róin hevur ført eitt »terror-regime« móti starvsfólkunum í Corporate Finance, men tað vísir hann aftur.
- Tá tú stingur nøsina fram viðhvørt, og skapar eina menning, so eru tað altíð nøkur, sum vilja hava, at tað varð gjørt ørvísi, ella at einki skuldi verið broytt, og hvat tað førir við sær av slaturi og sleygi og royndir av karaktermorði, má verða harvið, sigur Rúni Róin.
Avvísir ákærum
Hann viðgongur tó, at tað ikki altíð hevur veirð so lætt.
- Tað hevur veirð eitt strævi starv. Tað hevur verið ógvuliga krevjandi, og tað hevur ikki bara verið frá mær, men eisini frá leiðsluni og frá nevndini í DONG. Tað hevur eisini verið eitt sera respekterað stað, sigur Rúni Róin.
Hann sigur, at tey hava drigið til sín tey allarbestu fólkini, bæði í Danmark og uttanlands.
- Vit hava eisini heintað tey allarbestu fólkini inn frá teimum stóru bankunum uttanlands, eins og teir bestu juristarnar, fyri at kunna lyfta ta uppgávuna, sum okkum var áløgd. Og tað hevur veirð krevjandi fyri øll, sigur Rúni Róin.
Onkur av donsku netsíðunum førdi fram, at Rúni Róin skuldi havt hugt í kalendaran hjá starvsfólkinum, og skuldi onkur til okkurt sosialt tiltak um kvøldið, fann hann upp á onkra uppgávu, sum skuldi gerast, so at starvsfólkið mátti avlýsa. Men eisini hesum vísir Rúni Róin aftur.
- Ikki mær vitandi. Tá eg gavst í DONG hevði eg 150 starvsfólk undir mær, so eg hevði meiri týdningarmikil mál at taka mær av enn at hyggja í kalendaran hjá starvsfólkinum, sigur Rúni Róin.