Vit hava neyðugu førleikarnar

Stjórin í Smyril Line, Rúni Vang Poulsen, fæst ikki at siga, um tey í Smyril Line høvdu rikið Suðuroyarleiðina bíligari enn Strandfaraskip Landsins gera. Men hann sigur tó, at við teirra verandi virksemi eru møguleikar fyri at sameina nakrar av uppgávunum, ið Strandferðslan røkir í dag

Smyril Line er reiðaravirki, hvørs høvuðsvirksemi er fólka- og farmaflutningur. Spurdur vil stjórin í Smyril Line, Rúni Vang Poulsen, vil ikki ítøkiliga siga, at tey í hansara fyritøku høvdu gjørt eitt betri ella bíligari enn Strandfaraskip Landsins. Hann kennir tó væl til skipaninar í grannalondum okkara, har tað er púra vanligt, at partar av almenna rutunetinum er útbjóðaðir, soleiðis at privat vinnurekandi røkja hesar uppgávunar.
Heldur tú, at tað hevði verið eitt gott hugskot at bjóða til dømis oyggjaleiðirnar út?
- Tað er ringt at siga, men hasa skipanina kenna vit frá londunum kring okkum, har tað hevur víst seg at rigga væl. Vit hava tó ikki roynt hetta í Føroyum enn, so tað er trupult hjá mær at siga, um tað er nakað, sum hevði riggað her.
Men høvdu tit bjóðað upp á at reka eina rutu, um tit fingu møguleikan?
- Um vit fingu fyrispurning um at bjóða uppá eina ella fleiri leiðir hjá Strandferðsluni, so vildu vit sjálvsagt viðgjørt hetta positivt, og gjørt tað neyðuga greiningararbeiðið, ið skal til fyri at finna út av, hvat krevst at røkja hesa leiðir, og ikki minst til hvønn prís, vit høvdu klárað at bjóða hetta til. Í hesum sambandi skal nevnast, at vit sannlíkt høvdu funnið synergiier millum okkara verandi virksemi og hetta møguliga nýggja virksemi, tí skiparakstur, ferðafólka- og farmaflutningur er jú okkara kjarnuvirksemi.
Hvat merkir tað?
- Eg meini bara, at vit longu nú hava eina umsiting og skipadrift, so okkara verandi virksemi liggur rættiliga tætt upp at hesum, sigur Rúni Vang Poulsen og leggur aftrat:
- Tá hetta er sagt, so samstarva vit sum er við Strandfaraskip Landsins um ymiskt, millum annað tá Smyril var í dokk og líknandi. Út frá hesum royndunum kunnu vit staðfesta, at hetta samstarvið hevur riggað avbera væl, sigur stjórin í Smyril Line.