FÍGGJARKREPPA
Reykjavík: Fríðrik Brekkum er føddur í Íslandi, men uppvaksin í Svøríki. Han hevur starvast á fleiri sendistovum sum tolkur, og er eisini fyrrverandi blaðmaður. Nú starvast hann innan ferðavinnu, har hann sipar fyri ferðum og annars virkar sum ferðaleiðari.
Hann sigur, at lívið, sum íslendingar hava livað seinastu árini, byggir á eina illusjón.
- Vit hava øll tikið lut í stóru illusjónini. Tað hevur verið sum at liva í einum Hollywood filmi. Alt hevur verið blást upp, serliga í miðlunum, og politikararnir hava bara latið staðið til, meðan tjóðbankin hevur ført politikk, sigur Fríðrik Brekum.
Hann sigur, at vanligi maðurin á gøtuni ikki skilir, hví tjóðbankin skal hava tríggjar stjórar.
- Tveir teirra klúgva ongantíð í tvey, meðan hin triði bara førir politikk 24 tímar í døgninum, hóast hann fyri fleiri árum síðani er farin úr politikki, sigur Fríðrik Brekkum og dylur ikki fyri, at tað er David Oddson, hann sipar til.
- Men eitt tað ringasta er, at fólk yvirhøvur hava mist stóran part av pensjónini. Felagið hjá eitt nú ferðaleiðarum skal hava kreppufund í morgin, tí øll pensjónin hjá okkum er burtur, mist í partabrøvum og øðrum. Tá fólk fara at finna útav, at tey hava mist pensjónina, so fer vreiðin at koma, sigur Fríðrik Brekkum.
Hann sigur, at slíkur ekki er á politikarum og øðrum, sum eru knýtt at fíggjarkreppuni, at tey hava sæð seg noydd at hava lívvaktir.
- Security-feløg eru tey, sum hava liviligast dagar í hesum tíðum, sigur Fríðrik Brekkum.
Botnleys skuld
- Vit hava í dag eina rúgvu av deyðum kapitali standandi. Hundraðtals luksusbilar standa, og tað er bara við til at økja inflatiónina, sigur Fríðrik Brekkum.
Og øll hava spælt við í hesum yvirflóðsspælinum. Fólk við privatflogførum og stuttleikabátum hava livað í einari luftboblu.
- Ein maður hevði boðið 800 fólkum í føðingardag, har sjálvur Elton John undirhelt í ein tíma, sigur Fríðrik Brekkum.
Hann sigur, at fólk hava sett seg í botnleysa skuld við luksusbilum og tveimum summarhúsum, og nú veruleikin vinnur tey aftur, brestur alt.
- Vit hava gjørt tann feilin, ikki at hava lurtað eftir búskaparligum analysum frá útlandinum, sum hava ávarað móti gongdini, metir Fríðrik Brekkum.
Hann sigur, at enn hava íslendingar ikki reiðiliga fatað, at kreppan hevur rakt. Fólk koyra framvegis ein í hvørjum bili, í staðin fyri at koyra saman. Bensini kostar jú, alt kostar.
- Nógv fólk hava bundið síni lán í útlendskum valuta, og tá krónan so minkar 30-40% í virði, so vaksa lánini jú tilsvarandi. Inflatiónin er í dag um 15% og tað merkir, at eitt lánsgjald, sum var 40.000 íslendskar krónur fyri einum mánaði síðani, í dag kostar 55.000 krónur, sigur Fríðrik Brekkum.
Hann heldur annars, at íslendingar hava havt ein einastandandi búskap.
- Vit fiska ein tvey kilo tosk, selja hann í Onglandi, og fáa fimm Range Rovers aftur fyri, sigur íslendski ferðaleiðarin.
Aftur til røturnar
Men hóast nógvu negativu umtaluna, so fær Ísland ljós varpað á seg, og tað heldur Fríðrik Brekkum vera positivt.
- Tað fer allarhelst at bjarga okkum, heldur hann.
Men tað verður neyðugt hjá íslendingum at taka í egnan barm.
- Helvtin av tí, sum liggur í innkeypskurvini, eru innfluttan vørur, sum vit als ikki hava fyi neyðini. Vit kunnu jú bara fara aftur at liva, sum vit gjørdu fyri 25 árum síðani, sigur Fríðrik Brekkum.
Hann heldur, at lága krónan ger, at tað í løtuni er bíligt í Íslandi, og at tað kann hava ávirkan á hansara vinnuveg, nevniliga ferðavinuna.
- Seinastu tvey árini hava vit merkt eina ógvuliga stóra øking í ferðafólkatalinum. Hetta er fyri tað nógva pensjónistar, sum hava nakað av peningi, og sum hava góða tíð, sigur Fríðrik Brekkum.
Men hann fílist tó á vánaliga infrastrukturin, serliga úti á landinum, og har heldur hann, at tað er neyðugt hjá stjórnini at fáa gjørt nakað við tann trupulleikan.
- Annars haldi eg, at fólkið er ógvuliga tengt at tí, sum miðlarnir siga. Gera teir av at vera positivir, ja, so er fólkið eisini positivt, sigur Fríðrik Brekkum.
Ávaringartekin
Íslendski ferðaleiðarin er hóast døpru tíðirnar ikki so svartskygdur um framtíðina kortini.
- IMF (International Monetary Fund) hevur júst í dag bjóðað Ungarn fíggjarliga hjálp, og tað ljóðar, at eisini Ísland stendur í boði at fáa hjálp frá IMF eftir íslendskum treytum. Og so seint sum í dag er ein sendinevnd í Russlandi at samráðast um eitt lán upp á nakrar milliardir evrur. Summi vóru rædd fyri, at russisku treytirnar fóru at verða ov harðar, men teir vissa um, at talan er um reinan handilsskap, sigur Fríðrik Brekkum.
Hann vísir annars á, at seinastu fimm árini hava verið tekin um, hvønn veg tað bar.
- Bankarnir hava gingið á odda í teirri yvirflóð av luksus, sum hevur verið. Í fjør bjóðaði ein banki 80 av sínum kundum við flogfari til Føroya at eta náttverða og síðani flúgva heim til Íslands aftur. Ein annar banki bjóðaði fleiri av sínum kundum til Formel 1 kappkoyring eina heila viku. Annað dømi er um, at ein banki leigaði eitt sjónleikarhús í Milano eitt vikuskifti, har teir fingu egnar kokkan flognar inn. So tað kann ikki sigast annað enn, at bankarnir hava gingið á odda í hesi yvirflóð av luksus, sigur Fríðrik Brekkum.
Fríðrik Brekkum er fyrrverandi blaðmaður og starvast nú í íslendsku ferðavinnuni