– Hetta er ikki eitt mál, sum er viðgjørt í býráðnum.
Tað sigur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi og forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini.
Og málið, hon hugsar um, er hugskotið hjá borgarstjóranum, Anniku Olsen, um at gera ein tunnil av Hvítanesi til Havnar.
Les eisini: Tunnil av Hvítanesi undir Hoyvík til Havnar
Annars er avtala gjørd ímillum undanfaran býráð og landsstýrið um, hvussu vegurin ímillum Havnina og komandi Eysturoyartunnilin skal vera, men borgarstjórin heldur, at ein tunnil av Hvítanesi í Krákugjógv, ella kanska enntá heilt yvir í Hotel Føroyar, er ein betri loysn.
Les eisini: Samt býráð samtykti innkomuvegin
Marin Katrina Frýdal sigur, at hetta er eitt hugskot, borgarstjórin eigur sjálvur.
Les eisini: Tunnil í Havn fyri yvir 300 milliónir
Hon sigur, at hetta er eitt hugskot, hon hevur sett fram fyri at eisini hesin møguleikin kann vera kannaður, sigur hon, og hon heldur ikki, at tað er einki forgjørt í at kanna allar møguleikar. Hinvegin heldur hon, at semjan, sum er gjørd ímillum landsstýrið og býráðið, er ikki tann besta.
Hinvegin staðfestir hon, at tað verður ikki býráðið, sum skal rinda fyri ein slíkan tunnil, tí tað hevur kommunan yvirhøvur ikki fígging til.
Les eisini: Fólk fara ikki at koyra norðureftir
Annars heldur hon, at talan er um eina landsuppgávu, tí ein slíkur vegur verður ein partur í eini ætlan um at binda alt landið saman.
Í hesum sambandi hevur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sagt, at tað stendur sjálvsagt til Tórshavnar kommunu at fáa greiði á, um tey vilja hava veg ella tunnil. Men tað er als ikki sjálvsagt, at landskassin fer at bera størri part av teirri verkætlanini, sigur hann
– So má Tórshavnar kommuna sjálvandi gjalda tað meira, sum tað fer at kosta, sigur landsstýrismaðurin.
Les eisini: Tunnil undir Hoyvík verður nógv dýrari
Les eisini: Eysturoyartunnilin dýrur fyri Havnina