Vit hava loyvi til at krevja koronupass - men tað verður strikað aftur, so skjótt tað er ráðiligt.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Hanna Jensen, sum hevur havt sæti á Løgtingi fyri Framsókn, hevur spurt hann fleiri spurningar um koronupass, eitt nú um tað yvirhøvur er lógligt at krevja koronupass frá fólki.
Løgmaður sigur, at stovnsleiðarar hava rætt til at gera skilhaldsreglur fyri tey, sum koma á gátt á stovninum. Reglurnar skulu vera sakligar, og tær skulu eisini vera til frama fyri stovnin og samfelagið annars. Í hesum sambandi hevur stovnsleiðarin heimild til at seta reglur í gildi fyri at forða fyri, at smittandi sjúka skal breiða seg á stovninum.
Sostatt kann hann eisini krevja, at tey, sum koma á gátt, skulu hava koronupass. Men landsstýrið kann eisini geva stovnsleiðarum tænastuboð um at seta ávís tiltøk í verk fyri at tálma smittu.
Á privatum fyritøkum eru tað leiðslurnar sjálvar sum gera av, hvørji krøv, tey sum koma inn, skulu lúka. Landsstýrið kann mæla teimum til at krevja koronupass, men tey hava ikki skyldu til at fylgja tilmælinum.
Endamálið við koronupassi er at minka um vandan fyri at smittan breiðir seg. Koronupassið veitir ikki 100 prosent tryggleika, men tað minkar um vandan. Løgmaður sigur eisini, at fólk hava ikki skyldu til at geva nakrar upplýsingar frá sær. Fólk kunnu saktans nokta at geva upplýsingar um koronu frá sær – men so hendir ikki annað enn at tey kanska ikki sleppa inn, har tey ætla sær.
Hann leggur afturat, at tilmælið um koronupass verður strikað aftur, so skjótt tað er ráðiligt. Tá ið smittutalið fer niður um 15 tilburðir um dagin í miðal í eina viku, verður tilmælið strikað aftur.