Stórskjúttin hjá VB seinasta ár, Sólrun Krosslá, metir at VB liðið í ár er nógv betri fyri, enn tað hevur verið undanfarin ár. Í hvussu so er hava ongantíð vant somikið nógv áðrenn kappingin byrjar, og hetta væntar hon eisini fer at geva úrslit, nú kappingarárið skal byrja.
Nýggi venjarin tykist at vera stak dugnalig, og hóast hon sjálvandi skal venja seg við tey føroysku viðurskiftini, so lata tær har suðuri sera væl at. Við tað at
Vant nógv
Síðani 1. august hava kvinnurnar, sum manna syðsta hondbóltslið okkara, vant við fullari ferð. At byrja við stóð Dennis Holm fyri hesari venjingini, men tá nýggi venjarin kom til landið, legði hon beinanvegin til brots.
Sólrun sigur, at umframt at Regina er ein góður venjari, er hon so avgjørt eisini ein styrkur fyri liðið sum leikari.
Harumframt er vert at leggja til merkis, at nakrar av ungu leikarunum ivaleyst vilja vísa nakað í ár. Serliga sipar hon her til Guðrið Mortensen, sum hon metir vera eina sera evnaríka gentu, sum avgjørt kann hava eina stóra framtíð í føroyskum hondbólti.
Meira skipað spæl
Annars sigur Sólrun frá, at nýggi venjarin hevur gjørt sera nógv við, at venja ymsar álopsvariatiónir. Um hesar so fara at rigga er ein heilt onnur søk, men Sólrun heldur at tað avgjørt kann vera ein styrkur fyri liðið, um tær klára at variera spælið nakað.
Tá vit at enda spyrja hana, um hon væntar at liðið verður við í stríðnum um heiðursmerki sigur hon, at verður tað ikki í ár, er ringt at síggja nær tað skal vera.
Í øllum førum skulu mótstøðuliðini ikki vænta sær nakra lætta uppgávu, tá tað eru VB-kvinnurnar, sum standa hinumegin miðlinjuna.
Hetta skal tó ikki skiljast soleiðis at hon metir VB vera favorittar í kappingini um meistarheitið, men hon roknar við eini javnari kapping, har tað verða fleiri lið um boðið.