Nú er stórur vandi fyri, at pedagogarnir fara í verkfall. Tað er greitt eftir at royndin at finna semju, slitnaði nú seinnapartin tí at Pedagogfelagið ikki vildi góðtaka semingsuppskotið, sum lá á borðinum.
Pedagogfelagið sigur, at fyribils fara tey ikki í verkfall, tí tey siga, at enn hava tey eina vón um, at arbeiðsgevararnir skilja, at ein trupulleiki, sum verður útsettur til næstu ferð, bara veksur, sum tey siga.
Men Semingsmenninir staðfesta, at teir hava kastað frá sær. Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur í eini heilt stuttari viðmerking, at fyri teirra viðkomandi er semingsroyndin liðug, so teir gera ikki meir.