– Tað, at Gerhard Lognberg atkvøddi blankt, tá misálitið á løgmann var á skránni í tinginum, var kanska dropin, ið fekk bikarið í flokkinum at flóta yvir, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Hann ásannar, at tað er eitt drastiskt stig at taka, at koyra fólk úr flokkinum, tí tað er hvørki dagliga ella árliga, at flokkurin tekur slík stig, ið enntá kunnu koma at kosta atkvøður.
– Eingin ivi er um, at Gerhard Lognberg hevur stóran stuðul millum veljarar, ikki minst í Sandoynni, og hetta fer uttan iva at fáa onkrar avleiðingar fyri flokkin og fer at kosta atkvøður, sigur Aksel V. Johannesen.
Á síðsta løgtingsvali fekk Gerhard Lognberg 344 persónligar atkvøður av teimum tilsamans 5.428 atkvøðunum, Javnaðarflokkurin fekk.
Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini:
Gerhard: Javnaðarflokkurin farin av kós
Aksel: Gerhard oyðileggur Javnaðarflokkin
FAKTA: Skriv frá sjey limafeløgum til floksleiðslu Javnaðarfloksins
Gerhard tveittur úr Javnaðarflokkinum