So hvørt sum veðurlagið á jørðini verður heitari, fer mongdin av turbulensi í atmosferuni at økjast munandi.
Tað vísir ein kanning hjá granskarum á University of Reading í Onglandi.
Blaðið The Mirror endurgevur nýggju kanningina, sum vil vera við, at mongdin av bæði løttum og hørðum turbulensi fer at vaksa munandi saman við alheimsupphitingini.
Sambært kanningini fer mongdin av løttum tubulensi at vaksa við 59 prosentum, lættur til moderatur turbulensur fer at vaksa við 75 prosentum, moderatur til harður turbulensur við 127 prosentum, og harður til ógvusligur turbulensur við 149 prosentum.
Granskararnir vísa á, at veðurlagsbroytingarnar hava við sær meira vind og fleiri hvirlur, sum kunnu hava við sær turbulens í jettstreymunum.
Les meira um kanningina hjá University of Reading her