Vit eru í EM-bólki saman við Noregi, Slovenia og Pólandi

Føroyar skulu spæla sínar fyrstu EM-endaspælsdystir í týska høvuðsstaðnum, Berlin

Tað bleiv Noreg úr fremsta styrkisbólkinum, Slovenia úr øðrum styrkisbólkinum og Póland úr triðja styrkisbólkinum.

 

Soleiðis sær lutakastið hjá Føroyum út.

 

Føroyska manslandsliðið endaði í bólki D, ið er ein innleiðandi bólkur sum verður spældur í týska høvuðsstaðnum, Berlin. Berlin er ein sera áhugaverdur býur, og tað ger tað ikki verri hjá teimum túsindtals føroysku fjepparunum, ið ætla sær til EM-endaspælið.

 

Helgi H. Hoydal og Elias Ellefsen á Skipagøtu ynsktu Noreg sum mótstøðulið úr styrkisbólki 1. 

 

Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum vera spældir hesar dagarnar:

 

11. januar: FØROYAR - Slovenia

13. januar: FØROYAR - Noreg

15. januar: FØROYAR - Póland