Hondbóltur
Hon hevur lyft Coca Cola-steypið hjá kvinnum oftari enn nakar annar spælari. Fimm ferðir hevur Una Olsen saman við liðfeløgunum í Stjørnuni verið við til at vinna steypakappingina, og hóast Stjørnan í flestum førum hevur verið favorittur, so hevur talan undan finaluni mest sum verið um eitt mantra. At ein finala er ein finala, og alt er opið.
Verður hugt eftir stigatalvuni í ár, so er alt tó ikki eins opið. Stjørnan vann á Tjaldri í hálvfinaluni, og hetta kappingarárið hava tey bæði liðini verið í serflokki. Ein støða, sum eisini fær Unu at viðurkenna, at tær helst mugu átaka sær leiklutin sum stórfavorittar.
- Eg haldi, at vit mugu viðurkenna, at vit eru stórfavorittar. Nú skal eg ikki ljóða hástór upp á nakran máta. Men er dagsformurin hjá okkum ikki í lagi, soleiðis at finalan gerst heilt spennandi, so er tað ikki nóg gott av okkum. Tí við allari virðing fyri VÍF, so eiga vit at vera somikið sterkar, royndar og kaldar, at vit vita, hvat skal til fyri at vinna finaluna.
- Men samstundis ger júst tann veruleikin tað enn meira týdningarmikið hjá okkum at taka uppgávuna í álvara. Vit mugu ikki halda, at vit bara kunnu spadsera okkum til sigurin, tí VÍF hevur avgjørt ikki nakað vánaligt lið. Og tað er sæð somikið ofta, at kemur tú skeivt inn til ein dyst, er tað ótrúliga tungt at venda tí. So vit mugu vera klárar í høvdinum frá fyrsta bríksli, sigur Una Olsen.
Um hópin hjá Stjørnuni sigur hon, at Durita Christophersen, sum jú sjálv er úr Vestmanna, ikki er tøk, eftir at hon breyt sær fingurin.
- Men vit eru væl mannað, og tað skal ikki vera nøkur umbering, um vit ikki præstera tað, sum vit eiga. Vit hava allar glett okkum til finaluna, og nú skulu vit bara syrgja fyri at vera til reiðar at fara á vøllin og spæla hana, sigur Una Olsen.