U21 EM: Altjóða óroyndur dómari dømir Luksemborg-Føroyar

Føroyska U21-landsliðið spælir í annaðkvøld triðja dystin í hesari EM-undankappingini

Mynd: League of Ireland

Í annaðkvøld klokkan 18.30 spælir føroyska U21-landsliðið triðja dystin í hesari EM-undankappingini. 

 

Dysturin í bólki C verður á Stade de la Frontière í Esch-sur-Alzette í Luksemborg. Talan verður um fyrsta dystin hjá Luksemborg í hesari undankappingini.

 

Føroyar hava vunnið tveir 2-1 sigrar higartil. 2-1 á Estlandi í Klaksvík, og 2-1 á Íslandi í Reykjavík í farnu viku.

 

Tað verður ein altjóða óroyndur dómari, ið fer at leiða uppgerðina millum Luksemborg og Føroyar. 

 

Talan er um Kevin O’Sullivan, ið síðani 2022 hevur dømt 42 dystir í bestu írsku fótbóltsdeildini.

 

Kevin O’Sullivan hevur verið altjóða dómari síðani 2023, so altjóða royndirnar eru ikki tær mestu. 

 

LUKSEMBORG - FØROYAR

 

Dómari: Kevin O’Sullivan IRL

 

Hjálpardómari 1: Eoin Michael Harte IRL

 

Hjálpardómari 2: Darragh Keegan IRL

 

Fjórði dómari: er ikki ásettur enn

 

UEFA dómaraeygleiðari: Marco Borg MLT

 

UEFA umboð: Peter Kováč SVK

 

 

 

Mynd: League of Ireland