Óvist um sildatrætan skal fyri havrættardómstólin

Tað hevur ljóðað, at Føroyar fara at leggja málið um handilsforðingarnar hjá ES fyri havrættardómstólin í Hamburg.

Seinastu dagarnar er komið fram, at handilsforðingarnar allarhelst verða settar í gildi tann 1. august. Og verður málið lagt fyri havrættardómstólin, vóna føroyskir mynduleikar, at handilsforðingarnar verða steðgaðar meðan málið verður viðgjørt.

Jákup Mikkelsen, formaður í Uttanlandsnevndini, vil hvørki vátta ella avsanna, at Føroyar hava stevnt ES.

-Tað havi eg onga viðmerking til, sigur Jákup Mikkelsen.

-Einasta eg kann siga er, at vit vóna framvegis, at ein loysn verður funnin við samráðingum. Meira kann eg ikki siga, tí málið verður viðgjørt í trúnaði í Uttanlandsnevndini, leggur Jákup Mikkelsen afturat.

Útvarpið segði á døgurða, at Kaj Leo Johannesen, løgmaður, framvegis roynir at fáa ES at taka hóttanirnar aftur um handilsforðingar ímóti Føroyum.

Løgmaður vil hava ES aftur til samráðingarborðið. Hann heldur ikki, at allir samráðingarmøguleikar eru troyttir. Tað skrivaði hann í brævi í gjár til formannin í ES nevndini, José Manuel Barrose.