Nú seinnapartin fór streymurin í Sandvík og í Hvalba og tey á Sev siga, at tey gera, hvat tey kunnu fyri at fáa streymin aftur, áðrenn tað verður myrkt.
Men tey hava ikki funnið feilin enn og tí fáa tey heldur ikki lova nakað. Tey hava gingið eftir allari linjuni til Hvalbiar saman við fólki frá bjargingarliðnu. Men tey hava ongan feil funnið, so nú verður roynt at kanna káplar í eini roynd at finna feilin.
Men tey eru á veg til Sandvíkar við einum neyðmotori, so tað verður neyvan leingi til sandvíkingar hava streym aftur.
Men hvat Hvalba viðvíkur, fáa tey einki sagt um enn.