Visjón 2015
Málini, sum strategibólkurin hevur orðað fyri framtíðar føroyska arbeiðsmarknaðin, eru hesi:
tann rúmligi arbeiðsmarknaðurin
tann vælvirkandi arbeiðsmarknaðurin
tann mennandi arbeiðsmarknaðurin
tann tryggi arbeiðsmarknaðurin
lætt at bjóða fram og fáa kvalifiseraða arbeiðsmegi
Bólkurin sigur, at yvirskipaða málið soleiðis er, at rúm skal verða fyri øllum á arbeiðsmarknaðinum.
- Øll skulu hava møguleika fyri einum virknum arbeiðslívi, og eingin skal vera fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna skerdan arbeiðsførleika ella onnur persónlig viðurskifti.
Vælvirkandi
Málið, sum strategibólkurin hevur sett sær, er ein vælvirkandi arbeiðsmarknaður, har arbeiðsmarknaðarlóggáva og arbeiðsmarknaðarskipanir samvirka, soleiðis at ósemjur og trætumál á arbeiðsmarknaðinum verða loyst skjót og væl.
- Allar arbeiðsmarknaðarlógir skulu dagførast og gerast tíðarhóskandi, sigur bólkurin.
Lagt verður aftrat, at ósemjur og sáttmálabrot skulu loysast í eini rættarskipan, og her verður víst á, at sáttmáli um fastan gerðarrætt er gjørdur millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Samfelagslig áhugamál skulu havast í huga.
Lívslong læra
Yvirskipaða málið fyri tann mennandi arbeiðsmarknaðin er "lívslong læra", sum bólkurin tekur til.
- Øll, sum í størri ella minni mun eru knýtt at arbeiðsmarknaðinum, verða partur av eini førleikamenningarskipan. Á henda hátt hava hesi altíð møguleika fyri at økja um førleikar sínar. Hetta hevur samstundis við sær, at fakliga flytiførið, sum tað verður nevnt, eisini verður økt.
Málið er, at arbeiðstøka arbeiðsmegin skal hava møguleika fyri at førleikamenna seg, eitt nú við skeiðum og stytri útbúgvingum. Serligur dentur skal leggjast á førleikamenning av teimum ófaklærdu.
Við í visjónsætlanunum er eisini, at framhaldandi eftirútbúgvingarskipanir skulu skipast, soleiðis at málið um førleikamenningartilboð til øll uttan mun til starv ella bústað - kann røkkast.
Tryggur marknaður
Her er yvirskipaða málið at seta í verk persónligar eftirlønarskipanir, sum samvirka við fólkapensjónina og samhaldsføstu pensjónina.
- Til tess at tryggja fíggjarligt lívsgrundarlag í pensjónsaldri, skulu øll, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, gjalda í eina alment góðkenda eftirlønarskipan.
Her ger visjónsbólkurin vart við, at hetta er ein fyribilsorðing, og at semja ikki er fingin um endaligu orðingina enn.
- Samfelagið hevur evstu ábyrgdina av, at øllum er tryggjað lívsgrundarlag við pensjónsaldri, sigur bólkurin.
Kvalifiserað arbeiðsmegi
Strategibólkurin sigur, at allir meinbogar fyri at bjóða fram og fáa kvalifiseraða arbeiðsmegi skulu beinast av vegnum, bæði tá ið talan er um arbeiði í Føroyum og arbeiði uttanlands.
- Føroyar skulu verða ein arbeiðsmarknaður. Samferðslukervið skal verða væl útbygt, ferðakostnaðurin millum heim og arbeiðspláss skal verða lítil, og bústaðar-og barnaansingarmøguleikarnir skulu verða góðir um alt landið.
Bólkurin hevur sett sær sum mál, at tað skal verða lætt hjá føroyingum at bjóða fram sína arbeiðsmegi uttanlands.
- Útbúgvingarkrøv og útbúgvingarstandardir eins og løggildingar skulu verða í samsvari við krøvini aðrastaðni.
Strategibólkurin leggur aftrat, at um nóg mikið av kvalifiseraðari arbeiðsmegi ikki er tøk í Føroyum, skal tað gerast lætt hjá arbeiðsgevara at fáa neyðuga útlendska arbeiðsmegi til tað tíðarskeið, sum tørvur er á.