Visit Faroe Islands hevur júst latið úr hondum eina føroyska handbók um at leggja hagagøtur, ið er ókeypis hjá øllum at ogna sær.
Orsøkin er, at alsamt fleiri eru farin at ganga í fjøllunum, bæði eftir gomlum bygdagøtum og eisini á nýggjum leiðum, ið millum annað ferðavinnan hevur varpað ljós á.
– Tað er gleðiligt, at fleiri njóta okkara vøkru náttúru. Tó hevur økta gongdin havt við sær, at ávís støð eru slitin av nógvu fetunum. Summastaðni er avleiðingin, at gongdin er vorðin hættisligari, og aðrastaðni, at lendið verður skemt við runutum lendi og nýggjum rásum. Tá er neyðugt at væla um og í summum førum at gera eina betri hagagøtu at ganga á, skrivar Visit Faroe Islands.
– At gera gøtur er týðandi amboð, tá ferðslan í náttúruni skal skipast, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands.
– Tað er neyðugt, at ferðandi, føroyingar eins væl og útlendingar, vita, hvar rætta leiðin liggur. Við góðum gøtum verða fólk leidd tann vegin, tey eiga at fara, og øki, ið helst skulu hava frið, verða vard. Tí hava vit tikið stig til at gera eina handbók um gøtubygging, ið tekur støði í føroyskum viðurskiftum.
Kring landið eru fleiri royndir gjørdar at umvæla og leggja nýggjar gøtur. Summastaðni eru verkætlanirnar væl eydnaðar, men nógv dømi eru eisini um gøtuloysnir, ið ikki hava roynst væl. Ofta síggjast óhepnar ella skemmandi gøtuloysnir, tí neyðug atlit ikki eru tikið til kringliggjandi lendið, ella tí arbeiðshátturin ella tilfarið ikki hevur verið tað rætta.
At leggja góðar hagagøtur er handverk sum øll onnur bygging, ið krevur umhugsni, vitan og góða fyrireiking. Oftast eru tað somu aðalreglur, sum vórðu brúktar upprunaliga, til dømis tá ið bygdagøturnar vórðu lagdar, ið framvegis eru galdandi.
– Hetta er vitan og førleikar, sum í stóran mun eru horvin, tí tørvur ikki hevur verið á at halda gomlu farleiðirnar. Sostatt er neyðugt at fáa gamla handverkið at gera eina góða hagagøtu fram aftur. Eisini er tørvur á at menna heilt nýggjar førleikar og handverk, tí upprunaligu bygdagøturnar vóru ikki gjørdar til tann tørv og ta nýtslu, sum vit síggja í dag. Í fleiri førum er neyðugt at leggja aðrar gøtur, ið tola meiri, sigur Visit Faroe Islands.
Endamálið við handbókini er at geva fólki og myndugleikum, sum hava áhuga fyri at gera og halda fjallagøtur, nøkur amboð til at skipa arbeiðið eftir, og at vísa arbeiðslag, sum kann gera sterkar gøtur, sum halda, og sum í tilfari og útsjónd samljóða við lendið.
– Ein felags gøtuloysn kann byrgja fyri tí ávirkan, ið nógv gongd hevur á landslagið og tryggja, at neyðugt fyrilit verður havt fyri náttúruni, har gøtur verða lagdar.











