TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Búa Dam og Dánjal á Neystabø greiða frá tí áttandi ævintýraferðini, sum er í gongd í hesum døgum. Búi og Dánjal fara at framføra fyri børnum kring allar Føroyar fram til juni mánað. Búi og Dánjal vitjaðu Rásarúmið í morgun.
Vísindi og undirhald eru partur av áttandi ævintýraferðini, har sjálvur Albert Einstein eigur sín leiklut. Roynt verður at hugvekja børnini, og at tey skulu læra nakað av ævintýraferðini, tá tey fara til eina sýning. Stórur dentur verður lagdur á interaktivitet og nærleika, tá framført verður fyri tí mest ærligu áskoðarafjøldini, sum fæst, nevnliga børnini, sum vísa opið og ærliga, um tey sýna áhuga ella ikki.
Ein fløga er gjørd við sangum, sum hoyra til áttandu ævintýraferðina. Fløgan fæst ikki í sølubúðunum fyrr enn í juni, men fæst til keyps í samband við sýningarnar av ævintýraferðini.