Virknishøllin í Finsen letur upp

Í morgin verður móttøka fyri almenninginum í sambandi við, at Virknishøllin í Finsen í Havn letur upp. Virknishøllin er høllin, ið áður var niðara fimleikahøllin í Tórshavnar kommunuskúla, sum í 2017 gjørdist til lestrarbústaðarhúsið Finsen

Visjónin hjá kommununi við Virknishøllini er, at tað skal vera møguleiki fyri sjálvskipaðum virksemi hjá borgarum at nýta til alskyns rørslu og spæl, harav navnið virknishøllin, skrivar Tórshavnar kommuna.

Umframt virknishøll verður høllin part av tíðini brúkt til dagstovnin í Kongagøtu og annað virksemi innan dagstovnaøkið.

Høllin er nú sett í stand og millum annað er hallargólvið, ið er frá byggingini í 1956, pussað upp, stór vindeygu eru sett í bygningin og høllin tekur seg væl út.

Tað fer at bera til at bíleggja høllina.

Í komandi viku letur ovara høllin eisini upp. Har verður listahøll, har listafólk kunnu leiga básar.

Samlaða fíggjarætlanin fyri verkætlanirnar í báðum hallunum er 3,95 milliónir krónur.

Høvuðsráðgevi hevur verið Ove Mortensen Arkitektavirkið, Viggo A. Hansen hevur verið el-ráðgevi og Sp/f ÁTS hevur verið høvuðsarbeiðstakari.