Virkið tónleikafelag við festivalætlanum

Herfyri varð Suðuroyar Tónleikafelag stovnað. Nevndin er farin til verka og m.a. standa venjingarhøli og jóansøkufestivalur á breddanum Trygvi Strøm, formaður, segði soleiðis í síðstu viku, tá kunngjørt varð, at festivalurin verður í samband við jóansøkuna á Tvøroyri 2009:

-Nevndarlimirnir í Suðuroyar Tónleikafelag eru komin ásamt um, at skipa fyri Jóansøkufestivali 2009. Beint nú verður arbeitt við at fáa teir økonomisku karmarnar upp á pláss. Ætlanin er síðani at plan- og fastleggja rammurnar fyri tiltakinum, sum eftir ætlan kemur at liggja við gomlu pakkhúsini niðri á keiini, á Tvøroyri. Meiningin er, saman við ítróttarfeløgunum, at skipa fyri eini spennandi og fjølbroyttum jóansøkufestivali í ár og nevndarlimirnir siga seg hava spennandi nøvn í kikaranum.

Felagið hevur, síðani stovnan, eisini arbeitt við at finna venjingarhølir til tónleikabólkar, og hevur verið í samband við størru kommunurnar hesum viðvíkjandi.

Í næstum kemur ætlandi kunnandi tilfar út í húsarhaldini í Suðuroynni, har nýggja og virkna felagið ger vart við seg.