Ungdómurin er okkara arvagull. Ungdómurin er okkara framtíð. Umgdómurin er tað, sum øll okkara menning byggir á. Ungdómurin skal hava bestu umstøður, men hevur hann tað? Ikki, um tú spyrt meg.
Hóast vit í Føroyum hava nógv at vera errin av, so skerst ikki burtur, at vit á mangan hátt svíkja tey, sum skulu føra okkara samfelag víðari. Her hugsi eg um umstøðurnar, sum tey lesandi búleikast undir.
Dagliga hoyra vit um sparingar, og um at eitt minus á fíggjarlógini hjá landinum skal vendast til eitt pluss í 2016. Alt gott um tað, men einaferð høvdu vit eina Visjón 2015, ið sum kunnugt kemur áðrenn 2016. Har stóð mangt gott í. Millum annað, at vit eiga at skapa bestu umstøður til tey lesandi, men hvat er hent hesi árini?
Jú, hagtølini vísa uttan iva, at vit hava fingið fleiri lesandi. Í øllum førum á miðnámsstøði. Men er nakað hent til tað betra? Millum teirra møguleikum at búleikast undir? Tíverri er veruleikin tann, at her hava tær almennu Føroyar svikið, so tað stendur eftir.
Á pappírinum eru íbúðarkorini hjá teimum lesandi eitt landsmál, men tíverrri tykist ikki, sum um hetta økið á nakran hátt verður raðfest av okkara landspolitikarum. Tí eiga vit sum høvuðsstaðar- og landsins størsta kommuna at taka ábyrgd fyri hesum økinum, so okkara ungu í størri mun fáa møguleikar fyri at útvega sær eina lestraríbúð.
Mín visjón er, at Tórshavnar kommuna gerst eitt Mekka fyri tey lesandi, har øll, sum ynskja tað, hava møguleika fyri at at nema sær útbúgving og búgva her. Í øðrum lagi at fara uttanlands at taka ein part av útbúgvingini og síðani venda heimaftur. Bústaðarmøguleikarnir eru ein fortreyt fyri at fáa lesandi at stødast og hava hug at lesa í Føroyum.
Hugsa vit eitt sindur víðari, so hevur hetta sera stóran týdning fyri bæði okkara mentanar- og vinnulív. Eitt nú kaféir, matstøður og øllum tí, sum hoyrir einum virknum mentanar- og býarlívi til.
Sæð frá kommununar síðu, so nýtast vit í Tórshavn ikki at byggja nakað fyri at betra um íbúdarmøguleikanar hjá lesandi í Havn. Kommunan eigur nógvar bygningar, sum við smávegis umbyggingum eru væl egnaðir til bústaðir. Eitt nú gamla posthúsið, Saltsølan, Bank Nordik-bygningurin uppi í Húsagøtu og aðrir við.
Hetta er avgjørt nakað, ið vit eiga at fáa gongd á og hava sum tilboð til okkara ungu lesandi, tá nógv tiltrongdi Skúladepilin við Marknagil verður tikin í nýtslu í 2016.
Latið okkum í býráðnum koma í gongd við hesar ætlanir, so vit geva okkara lesandi virðiligar bústaðarkarmar og skapa trivnað og hug hjá teimum at leggja sína framtíð her og seta búgv í okkara annars vælvirkandi høvuðsstaði.
Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin