Virðingin fyri róðrarfólkunum skal verða størri

Bæði í NSÍ róðrarfelagnum og í Róðrarsambandinum staðfesta tey, at tað er ivi um, hvør hevur ábyrgdina av at fáa óviðkomandi bátarnar at halda seg burtur, so teir ikki órógva kappróðurin á Skálafjørðinum

KAPPRÓÐUR

Meðan róð verður kapp á Skálafjørðinum verða óviðkomandi skip og bátar biðin um at halda seg burtur frá róðrarøkinum, sum er avmerkt, og sum vaktarhald er rundanum. Nakað soleiðis plagar lýsingin at ljóða í útvarpinum frá sýslumanninum og havnarmeistaranum í økinum, har tað verður róð kapp.
Men tað verður aftur og aftur staðfest, at henda áheitanin ella rættari hesi boðini verða ikki tikin í tí álvara, sum tey eiga at verða tikin í. Ikki minst ger hetta seg galdandi á Skálafjørðinum, har riðilin, sum fylgir við róðrinum, plagar at vera so stórur, sum hann kanska onga aðra staðni er.
? Vit harmast nógv um hetta. Á Skálafjørðinum taka teir fyrireikingarnar til róðurin í sera stórum álvara. Tað plaga teir at gera, og tað hava vit fyri langari tíð síðani fingið fatan av, at teir eisini gera hesa ferð. Men tað ber hvørki teimum ella okkum í Róðrarsambandinum til at halda óviðkomandi burtur frá róðrarøkinum, og tað er spell, at bátarnir eru so nærgangandi, sum vit aftur og aftur hava sæð, at teir hava verið. Vit vóna sanniliga, at hetta verður betur hesa ferð, enn tað plagar at vera, men vit halda ikki, at tað er okkara uppgáva ella ábyrgd at halda teimum burtur.
Hetta sigur Hannis Joensen, sum er formaður í Róðrarsambandinum.

Ov lítil virðing
Sofus T. Hansen er formaður í Kappróðrarfelagnum NSÍ. Hann sigur, at bátarnir, sum fylgja við kappróðrinum eru ein trupulleiki:
? Tá teir fylgja sjálvum róðrinum gongur tað ikki so ógvuliga skjótt fyri seg, men tað er ein trupulleiki, at teir eru so mikið nær, at teir trýsta vaktarbátin ella bátarnar og bátin við útvarpsmanninum nærri róðrarbátunum. Størsti trupulleikin eru aldurnar. Ímillum róðrarnar stima skjótt gangandi bátarnir við fullari ferð aftur og fram. Tá koma nógvar aldur frá teimum. Tað er so mikið stutt millum róðrarnar, at aldurnar hava ikki lagt seg, tá næstu kappróðrarbátarnir koma skúmandi, og tað er til ampa fyri róðrarmanningarnar.
Og Sofus T. Hansen heldur fram:
? Aldurnar eru heilt víst við til at avgera úrslitið av róðrinum. Tað vil við øðrum orðum siga, at manningarnar, sum hava vant í fleiri mánaðir, fáa ikki loyvi til í innanhýsis og javnari kappingar uttan uppíblanding at gera av ímillum sín, hvør er stinnastur. Tað halda vit vera sera spell, og vit halda, at manningarnar á óviðkomandi bátunum harvið ikki vísa kappróðrarmanningunum ta virðing, sum tær hava uppiborið. Tað er dupult spell, tá veruleikin helst er tann, at tey, sum sigla á fjørðinum skulu eitast at hava stóran áhuga í kappróðri.

Ivi um ábyrgdina
Hannis Joensen sigur, at tað hevur verið tosað aftur og fram um, hvør tað er, sum hevur ábyrgdina av, at kunngerðin um at óviðkomandi bátar skulu halda seg burtur, verður hildin, men eingin niðurstøða er gjørd um hetta.
? Vit halda, at tað er so líka til, at teir, sum hava kunngerðina í útvarpinum, syrgja fyri, at hon verður hondhevað. Tað eru havnarmeistarin og sýslumaðurin. Havnarmeistarin hevur ikki politi myndugleika, og sýslumenninir siga, at myndugleikin hjá teimum í flestu førunum ikki fer út um kajkantin. Á fjørðinum halda teir, at ábyrgdin er hjá Vaktar? og Bjargingartænastuni. Men higartil hava teir ikki tikið sær av hesum.
Verður vaktarbáturin ikki virdur?
? Ikki so nógv, sum vit fegnir høvdu viljað, at hann varð virdur. At vit nú undan kappróðrinum í kanska besta økinum í landinum hava hetta frammi í pressuni fer vónandi at hava við sær, at virðingin verður størri og ampin av óviðkomandi bátum harvið minni, enn hann hevur verið. Um talan ikki verður um nakra broyting, so mugu vit taka málið upp til nýggja viðgerð, heldur Hannis Joensen.