Tað er Sinnisbati, sum skipar fyri almenna fyrilestrinum, ið verður í MBF húsinum, Íslandsvegur 10 C.
Fyrilesturin verður í dag, 15. apríl, klokkan 15. Jóhanna Andreasen, sjúkrasystir røður um evnið ?Virðing fyri teim psykiskt sjúku?. Møguleiki verður at seta spurningar.
Fyrireikararnir vænta eitt gagnligt orðaskifti um eitt sera viðkomandi evnið, nú Sjónvarpið hevur víst, hvussu vánaligum standi psykiatriskar deildir eru í. Eisini minna fyrireikararnir á tann veruleika, at hesar deildir verða stongdar í tríggjar mánaðir í summar, vegna sparingar.
Sinnisbati heitir á øll innan psykiatriska økið um at koma til fundar. Hetta er eisini galdandi fyri tey, ið eru avvarðandi og tey, ið eru um psykiskt sjúk og veik í gerandisdegnum.
Tað er ikki neyðugt at vera limur fyri at koma á fundin.
Eftir fundin og fyrilesturin, hevur Sinnisbati aðalfund.