Vinnuradio á Rás2 kl. 16

Sum nakað spildurnýtt fer Rás2 í dag undir sína fyrstu vinnusending. Hon fer av bakkastokki samtíðis sum Sosialurin í dag kemur út við sínum fyrsta serstaka vinnuinnleggi. Miðlahúsið vil hesum geva føroyskum vinnulívi størri ans og áhuga Sendingin fer út til lurtarnar eftir tíðindini klokkan 16 og vertur er Jan Müller. Í hesi fyrstu sendingini fara vit at fylgja Thorfólkinum, tá seinna frálandaskipið Thor Omega verður navngivið í Assens á Fjóni. Við á ferðini er eisini nýggi vinnumálaráðharrin, Johan Dahl. Í sendingini verða fleiri áhugaverdir spurningar reistir eitt nú um týdningin hjá føroyskum vinnulívsfólki at troyta aðrar vinnur enn bert fiskivinnuna og hvønn týdning ein útbygd Fasskipan kann fáa fyri samfelagið. Fyrri partur av sendingini endar klokkan 17 men hildið verður fram eftir tíðindini.