Vinnunevndin samd um nationalisering

Eftir øllum at døma fær Johan Dahl stuðul frá einum samdum løgtingi, sum tekur undir við at keypa privata triðingin í Atlantsflog

 

Eftir øllum at døma fær Johan Dahl stuðul frá einum samdum løgtingi, sum tekur undir við at keypa privata triðingin í Atlantsflog.

 

Løgtingið viðger framvegis lógaruppskotið hjá Johan Dahl um at keypa allan privata partapeningin í Atlantsflog.

 

Les eisini: Í dag verður Atlantsflog nationaliserað

 

Hóast andstøðan finst at viðgerðini, serliga at málið verður skundað ígjøgnum løgtingið uttan um allar vanligar tíðarfreistir, so verður tað eftir øllum at døma eitt samt løgting, sum seinni í kvøld fer at samtykkja uppskotið.

 

Nú lógaruppskotið er komið aftur úr nevnd, har tað hevur ligið í nakrar tímar, er tað ein samd Vinnunevnd, sum mælir løgtinginum til at taka undir við uppskotinum.

 

Seinnapartin hevur løgtingið fingið eina kunning frá advokatinum hjá Atlantsflog, ið hevur greitt frá mannagongdunum í samband við at nationalisera føroyska flogfelagið.

 

Løgtingið skal atkvøða tvær ferðir um málið. 2. viðgerð fer fram í løtuni.

 

Hóast lógaruppskotið eftir øllum at døma fær breiða, politiska undirtøku í løgtinginum, so vísir orðaskiftið, at serliga andstøðan er alt annað enn trygg við gongdina í almenna flogfelagnum.