Vinnumálaráðið: - Framsýning á Sjómannadegnum er í lagið

Spurnartekin hevur verið sett við, um tað er loyvt at hava framsýning av livandi djórum. Tað er tað, sigur løgfrøðingur á Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Er tað í lagið at hava livandi djór til framsýning í samband við tiltøk? Tað er ein spurningur, sum hevur reist seg seinastu dagarnar á Norðlýsinum, nú Sjómannadagurin í Klaksvík nærkast og skal verða hildin fyri fyrstu ferð undir nýggju djóraverndarlógini.

 

In.fo hevur í morgun verið í sambandi við Jóannu Djurhuus, sum er løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, og sum hevur verið við til at skrivað sjálvan lógartekstin í nýggju lógini. Hon vísir á, at lógin er ikki bert kopierað úr útlondunum og sett inn í føroyska samfelagið. Heldur er lógin gjørd við serligum atliti til føroyskar siðvenjur.

 

- Tað er í lagi at hava framsýningar við livandi djórum. Tað eru nakrar reglur rundan um tað, men um man hyggur í viðmerkingarnar til lógina, so stendur har, at tað til dømis er í ordan at fletta fyri skúlaflokki ella barnagarði. Og tað er tað sama við Sjómannadegnum. Tú kann gott hava dýr í einum kari og vísa tey fram til høvi sum hetta, sigur Jóanna Djurhuus í morgun.

 

Hon vísir á, at tá ið lógarteksturin varð skrivaður, var eisini dentur lagdur á, at tað ikki skal vera ómøguligt í Føroyum at gera ting, sum man hevur gjørt fyrr. Tí er tað beinleiðis skrivað sum viðmerking til lógina, at tað skal vera í lagi at vísa børnum, hvussu man flettur.

 

- Og so kann ein jú bara draga paralellin yvir til Sjómannadagin – tað skal vera í lagi at vísa børnum fisk, sigur Jóanna Djurhuus.

 

Tað hevur verið víst á, at í nýggju djóraverndarlógini er revsingin fyri djórapínslu herd so, at tú kanst fáa upp í 2 ára fongsulsrevsing, um tú brýtur lógina.

 

- Um ein skal fáa 2 ára fongsulsrevsing sambært hesi lógini, so skal tað vera beinleiðis djórapínsla yvir longri tíð. Til dømis djór, sum eru vanrøkt yvir longri tíð antin tilvitað ella tí eigarin ikki veit betur. Tað er ikki ætlað til eina framsýning av livandi fiski, sigur Jóanna Djurhuus.

 

Víðari vísir hon á, at seyður til dømis er strongdur, tá ið hann verður rikin. Men tað merkir ikki, at man hevur sett forboð móti hesum.

 

- Tá tosar tú um eina løtumynd og ikki eina viðvarandi støðu,  greiðir Jóanna Djurhuus frá.

 

Lógin er spildurnýggj og er ikki roynd í praksis, og tí vísir Jóanna Djurhuus á, at hon eisini skal roynast í veruleikanum, so ein kennir hvar mørkini ganga.

 

- Sumt er eisini ein metingarspurningur. Og tá ið umræður djóravælferðina og hvar tey mørkini skulu ganga fyri, hvat vit halda er í lagi og ikki sum samfelag, so er tað ein meting, sum landsdjóralæknin ger, sigur Jóanna Djurhuus og vísir á, at hóast sumt er ein tulkingarspurningur, so er eingin ivi um, at andin í lógini er, at vit mugu skapa karmar til at halda børnum og ungum framat.

 

- Skulu vit varðveita tær siðvenjur vit hava í Føroyum – eitt nú at seyður verður flettur heima og so framvegis – so má tað vera gjørligt at vísa hesar hendingar fyri børnum. Og lógin er skrivað júst við hesum fyri eyga, sigur Jóanna Djurhuus.