Í vár setti landsstýrismaðurin í mentamálum ein arbeiðsbólk at orða eitt uppskot um ein yvirskipaðan føroyskan mentanarpolitikk. Í arbeiðsbólkinum eru sett 14 fólk, sum øll umboða ymiska partar av føroyska mentanarlívinum. Drúgva verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum hevur havt við sær, at bólkurin ikki hevur fingið so nógv burtur úr, sum ynskiligt var.
Formaðurin í arbeiðsbólkinum, Rúna Hilduberg, sigur at kjakið um vinnulív og mentan avgjørt verður eitt av evnunum, sum bólkurin ætlar at viðgera. Í okkara arbeiðsbólki eru umboð fyri vinnulív, og tí liggur tað rættiliga nær at viðgera spurningin um hvussu viðurskiftini millum mentan og vinnulív skulu skipast í framtíðini, sigur Rúna Hilduberg. Hon leggur dent á, at tað er torført at siga nakað ítøkiligt um hvussu tey verða skipað, tí so lítið er fráliðið í arbeiðinum hjá bólkinum
Arbeiðsbólkurin skal verða liðugur við sítt uppskot á jólum, og væntandi verður uppskotið lagt fyri tingið fyrst í nýggja árinum.