Vinnan noyðist at kunna keyparar um burðardyggleika

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur, at spurningurin um burðardyggleika í føroyskari fiskivinnu, í fyrsta lagi er ein spurningur um marknaðarføring, sum vinnan eigur at taka sær av. – Her liggur ein avbjóðing hjá okkara vinnu, sum helst skal raðfestast hægri í tíðum sum koma, sigur hann

Burðardygd

Í síðstu viku settu Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna og Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, spurningar, sum snúðu seg um burðardyggleika í føroyskari fiskiveiði.
Ein av orsøkunum til hesar spurningar var, at vit í Miðlahúsunum herfyri tóku upp trupulleikan, sum Føroyar hava við sølu av virkaðari føroyskari hýsu í Bretlandi og harvið lága hýsuprísinum, sum skip og bátar hava fingið á marknaðinum.
Bretskar handilsketur hava nevniliga boykottað hýsuvørur virkaðar úr føroyskari hýsu, tí tær meta, at okkara hýsuveiða er ikki burðardygg.

Marknaðarføring
Í sínum svari segði landsstýrismaðurin, at myndugleikin gevur sítt ískoyti til at greiða vinnuni frá, hvussu okkara fiskiveiðiskipan virkar.
- Tað er mín vón, at vinnan kann bera okkara boðskap víðari á sínum marknaðum, soleiðis at fiskurin kann seljast til bestu kundarnar.
Hann segði, at trupulleikarnir, sum føroyingar hava við eitt nú hýsu á bretska marknaðinum, eru ein spurningur um marknaðarføring.
- Eftir mínum tykki er tað í fyrstu atløgu vinnan, sum eigur at taka sær av at marknaðarføra okkara fiskavørur sum burðardyggar. Okkara fiskidagaskipan er góð, tá havt verður í huga, at vit hava økisfriðingar, gýtingarfriðingar, eins og skipatal og fiskidagatal áhaldandi minka, legði hann aftrat.

Áhaldandi tillaging
Jacob Vestergaard helt, at eftir hansara tykki skal spurningurin um burðardygd ikki bara viðgerast við støði í samanberingum millum fiskidagatalið, ið løgtingið ásetir og tilmælið, sum fiskifrøðin kemur við.
- Vit arbeiða áhaldandi við tillagingum, sum tryggja burðardygga fiskiveiði, og vit halda hesi tillaging við líka, sum landsstýrismaðurin tók til.
Sum dømi um slíkar tillagingar, segði Jacob Vestergaard, at ein lækking í fiskidagatalinum áhaldandi fer fram, eins og færri og færri skip troyta okkara grunnar.
- Runt roknað er talið av fiskidøgum lækkað við sløkum 40% fyri stór fiskifør og við sløkum 30% fyri útróðrarbátar síðan 1997/1998. Haraftrat er talið av trolfríum økjum økt munandi seinastu árini.

Umfatandi friðingar
Landsstýrismaðurin segði, at hann sjálvur tók stig til at steingja trý øki seinasta summar.
- Júst nú arbeiða fólk innan fiskivinnuumsitingina við spurninginum um at steingja nøkur øki innari fyri at verja tosk og hýsu. Haraftrat kemur, at eingi størri fiskifør kunna royna innanfyri 6 fjórðingar, og trolveiða kann í høvuðsheitum ikki fara fram innanfyri 12 fjórðingar.
Jacob Vestergaard legði dent á, at øll hesi tiltøk stuðla undir eina burðardyggari veiðu, og endamálið er at tryggja, at hesar tillagingar áhaldandi vera dagførdar, soleiðis at vit eisini tryggja okkum eina burðardygga hýsuveiði.

Kunning uttanlands
Í sínum svari til spurningin hjá Kára P. Højgaard um, hvat landsstýrismaðurin hevur gjørt fyri at kunna um burðardygga fiskiveiði, vísti Jacob Vestergaard á, at hann saman við umsitingini hevur greitt bretskum tingfólkum, skotska fiskimálaráðharranum og ES-kommiserinum frá okkara fiskidagaskipan, eins og umsitingin samskiftir við vinnuna um Vinnuhúsið um spurningin.
Landsstýrismaðurin ásannaði kortini, at einki beinleiðis felags átak er gjørt í hesum sambandi.
- Men tað er einki til hindurs fyri, at vinnan brúkar tilfar og kunning okkara í átøkum við tí fyri eyga at selja føroyskan fisk, legði hann aftrat.

Ábyrgd hjá vinnu
Jacob Vestergaard vísti á, at tað er lættari at samanbera veiðu og kvotu í eini kvotaskipan, enn tað er at síggja og skilja, hvussu fiskidagskipanin virkar.
Hann endurtók, at her liggur ein avbjóðing hjá okkara vinnu, sum vinnan helst skal raðfesta hægri í tíðum sum koma.
- Tað er regluligt samskifti millum vinnu og myndugleika, men fyrstu stigini til marknaðarføring av føroyskum fiski eigur vinnan at taka, segði landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard.