Vinna ikki við at brenna fimm opnar møguleikar

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Kára Nielsen, venjara taka samanum 17-21 tapið ímóti Makedonia

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við U20 landsliðsvenjaran, Kára Nielsen aftaná 17-21 (8-8) tapið hjá føroyska U20 manslandsliðnum ímóti Makedonia í EM-undankappingini, sum er í Sveis í hesum døgum.

 

Kári Nielsen staðfestir, at tað fimm opnar málmøguleikar verða brendir seinasta partin av dystinum, so ber ikki til at vinna ímóti einum liði, sum Makedonia. Hann heldur, at hevði føroyska liðið kunna fylgt Makedonia til teir seinastu minuttirnir vóru eftir, og var javnt tá, so kundi føroyska liðið koppað tað til sín fyrimun.

 

Í morgin ætlar Kári Nielsen at geva fleiri spælarum møguleikan ímóti Sveis.

 

Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum ímóti Sveis í morgin. Dysturin byrjar klokkan 12, og frásøgnin byrjar klokkan 11.50.