Vindorka kann skaða umhvørvið

Tað ljóðar sum tann øvugta verð, men formaðurin í danska búskaparráðnum ávarar nú um, at ætlanin hjá stjórnini at seta munandi fleiri vindmyllur upp fyri at fáa meiri av umhvørvisvinarligari orku kann fara at skaða umhvørvið, tá saman um kemur.

Hans Jørgen Whitta-Jacobsen sigur við blaðið Børsen, at ætlanin hjá stjórnini at útbyggja vindorkuna í stórum tey næstu árini fer at gera CO2-kvoturnar hjá teimum donsku orkuverkunum bíligari.

-Úrslitið verður, at tann stóra vindmylluútbyggingin Danmark fer at gera tað bíligari hjá øðrum ES-londum at økja sítt CO2-útlát við eitt nú at brenna meiri kol á orkuverkunum, og tí gagnar tann danska útbyggingin ikki veðurlagnum, sigur formaðurin í búskaparráðnum.