Vind - heldur enn SEV um skrúvuna

Óheppið at SEV leiðslan og Hákun Djurhuus, stjóri, taka ývirlýsingina frá FNU so illa upp, at vit eru komnir í skrúunar hjá SEV. Tað hevði verið betur um tað var vindur, kann so sigast

FNU roynir at brúka sakliga grundgeving fyri hví vit halda náttúran eigur at sparast har annar møguleiki er til staðar, sum hevur lítið og einki árin á náttúru, er tøkniliga tryggur, máttmikil og hevur lágan kostnað. Øll hesi krøv kunnu lúkast í samsvar við úrslitið av kanningina frá Risø, sum SEV og Jarðfeingi hava luttikið í , um hvussu stórur partur av ravmagninum kundi framleiðast við vindorku uttan at hetta órógvaði brúkaran. Niðurstøðan er at netið tolir 3-4 ferðir núverandi vindorku, ella frá verandi 4MW til 12MW. Við broytingum á Sundsverkinum kunnu vit seta 16MW vindorku á netið.

Eið 2 kostar 200-300mill kr. og framleiðir um 17mill.kWtímar. Hetta er sama ravmagnsnøgd sum 6 myllur í 660kW, somu stødd sum tær í Neshaga, kunnu framleiða. Kostnaðurin er um 40 mill.kr. ella 20% av Eiði 2 kostnaðinum.

Her er eingin ivi at vindorka er langt tann betra loysnin í orkuhøpi, tøkniliga og búskaparliga og í umhvørvis- og náttúruverndarhøpi.

FNU hevur ígjøgnum fleiri ár roynt at tosað SEV frá at fremja Eiðsverkætlaninar, ið felags hava tað brek at leiða vatn í ein ov lágt liggjandi brunn – Eiðisvatn. Berdal og Orkuráðið komu til somu niðurstøðu sum FNU: at brunnurin lá ov lágt í lendinum. Rætta hæddin var um 300 metrar og lá væl fyri at byggja ein brunn á Vombini. Um kostnaðurin hevði verið nakað hægri vildi tað ikki staðið mát við eina meirframleiðslu á uml. 60mill.kWtímar um árið. Við innsavning í 300metra hædd vildu áirnar eisini fingi nóg mikið at vatni og Eiðisvatn hevði enn veri á lívi.

Roynt er at skjóta FNU í skógvarnar at vera ímóti vatnorku. Vit hava eisini víst á annað alternativ enn vindorkuna, og tað er at byggja Eiði 2 í 300 metra hædd við einum brunni eystaru megin og orkustøð við Skálafjørðin.

Vatnorkubyggingar, soleiðs sum t.d. Eiðsverkætlanin, er framd, er dømi um náttúruvirði sum er og verður oytt burtur. Umhvørvisárinskanningin staðfesti at vatnorkubyrgingar og tøka av áum hava stóra ávirkan á nærumhvørvið somuleiðis sum lendis- og landlagsvirðini í heilt stóran mun verða nervað.

FNU leggur ikki nakað fram sum ikki kann dokumenterast. Vit royna, sum stundir eru til tað, at halda okkum uppdaterað, um hvat fyriferst innan orku- og umhvørvisvernd. At vatnorkubyggingar hava útlát av veðurlagsgassum er einki nýtt, tað hava órørdu vøtnini eisini, men í minni mun. Kanning er gjørd av hesum av Heimsbankanum í samstarvi við umhvørsstovnin innan ST, IUCN. Orsøkin eru at hópur av vatnbyrgingar kring allan heim hava havt sera óheppnar avleiðingar við sær. Hetta óansæð um tað er byrgingar er til vatnorku, drekkivatn ella landbúna. 27.November 2000 legði WCD arbeiðsbólkurin fram frágreiðing um útlát av methangassi (GHG) frá vatnorkubyrgingum. Niðurstøðan er greið at út frá teim økjum kannað eru, er stórur munur frá byrging til byrging. Okkurt av ringastu dømunum er Balbina byrgingin í Brasilia sum letur út veðurlagssassir svarandi til 7.000 gram CO2 fyri hvønn kWtíma. Fleiri byrgingar lata líka nógv út sum stórir millióna býir.

Alt eftir hvar á klótuni, hvussu stórt vatni er og hvat slag av lendi talan er um í og kring byrgingina og áirnar, er serstakliga mógvur og feit jørð, og nógv móra á botninum í vatninum, nakað sum gevur stórar nøgdir av gassi. Órørd fjallavøtn geva nakað av gassum nátúrligt frá sær, men er tá talan um órørda vistskipan í livir sína vanligu gongd.

Tað er tí sera ivasamt um Eiðisverkætlanin og aðrar orkuverkætlanir eru so óføra grønar. Kanningar eru ikki av hesum viðurskiftum og kann tí ikki sigast neyvt hvussu stórt útlátið er.

Verandi byrgingar í Vestmanna kunnu nýtast til at goyma orku við at nýta ravmagn frá 100% reinari vindorku. Hetta kann gerast um náttina tá revmagnsbrúkið er lítið. Um frystigoymslur, mjølframleiðsla, smolt- og alistøðir og aðrir stórbrúkarar fingu ein serprís fyri náttarframleitt ravmagn – tað er har til onga versins nyttu annars - kundi støðan verið ein onnur við nógv meira vindorku enn tað vit hava sum er.

Viðvíkjandi alternativum orkukeldum er SEV sera seint í upptrekkinum. Tað er líka sum tað skal trýstast og pressast fyri at fáa nakað á glið. FNU skipaði stóra Orku- og umhvørvisráðstevnu í 2 dagar á vári 2002. Úrslitið er at vit síðan hava fingið 6 stórar myllur upp at standa og enntá eru komin á Europeiska vindatlassi sum vindorkuframleiðandi land. Um vit halda á at seta myllur upp við sama títtleika, so kunnu vit um 6 ár framleiða somu nøgd av ravmagni sum Eiði 2 er ætlað at geva – bara við vindorku til 20 – 25 oyru pr. kilowatt.

Seawave tøknin hevur ikki vunnið altjóða viðurkenning sum nakað stórt innan alduorkutøkni. Nýtslustigið er sera lágt, kostnaðurin ødeligur í mun til framleiðslu og tøknin er sárbar. At einki verður gjørt við hesa tøkni, skal ikki sigast so avgørt. Ein roynd verður aftur gjørd í Skotlandi at byggja slíkt verk, men á altjóða pallinum er lítil og eingin áhugi.

Um sjóðarfallsorkuna, kunnu vit í FNU frøðast at SEV fann út av at taka samband við Granskingarráðið. Vit høvdu annars skipa samstarv við SEV um at fremja eina FP7- umsókn, uttan at krevja at hvørki landstýrið ella SEV skuldu játta nakra millióna upphædd í einum fyrireikandi parti at seta verkætlanina upp. Hinvegin bleiv SEV spurt um symbolskan stuðul á nakrar fáar túsund krónur til eitt arbeiðsverk í um 2 mánaðir, sum tað bleiv mett arbeiðið tók at seta umsókn og verkætlan upp.

Granskingarráðið og Fiskimálaráðið, sum tá hevði orkumál undir hond, fingu eisini fyrispurning, men høvdu, sum SEV, ikki møguleika at stuðla. Tí steðgaði hetta av sær sjálvum.

Lógin um náttúrufriðing er gomul og ótíðarhóskandi. Hesum hevur landstýriskvinnan í umhvørvismálum eisini tikið undir við. Eitt av minstu krøvum, sum m.a. Heimsbankin nú setur í sína málsviðger av vatnorkuprojektum, er at almenningurin og tey fólk í búgva í økinum ella í landinum eru gjølliga kunna og hoyrd og at tey hava møguleika at kæra eitt mál. Ein kæra av niðurstøðu hjá friðingarnevnd er ikki ein kæra av niðurstøðuni hjá yvirfriðingarnevnd. Avgerð hjá t.d. Landbúnaðarstovuni kann kærast til Búnaðarnevndina, til Yvirlandbúnaðarnevndina – og til landsstýrið. Tørvur er stórur á nýggjari náttúrifriðingarlóg, ið vil geva nógv størri trygd at náttúran verður gangnnýtt og umsitin á burðardyggan hátt.

 

Nýtiligar adressur, og dokumentatión til SEV, er at finna á hesum adressum.

 

 

Dams Incorporated, febr.2000, Tyhe Record of Twelve European Dam Building Companies. Útgevari er Swedish Society for Nature Conservation.

Webadressa: www.naturskyddsforeningen.se/upload/Foreningsdokument/Rapporter/rapport_internationellt_damsincorporated.pdf

 

En ulv i fåreklæder ? - Vattenkraft och væxthusgasser, 2008

Útgevari er Svenska Naturskyddsforeningen

Webadressa:

www.naturskyddsforeningen.se/upload/Foreningsdokument/Rapporter/rapport_internationellla_en_ulv_i faraklader.pdf

 

Miljøkonsekvenser av dammbyggen

Internet grein frá svenska Náttúruverndarfelagnum:

Webadressa:

HYPERLINK "http://www.naturskyddsforeningen.se/natur-och-miljo/trafik-och-energi/internationell-vattenkraft/ekologiska-konsekvenser/"www.naturskyddsforeningen.se/natur-och-miljo/trafik-och-energi/internationell-vattenkraft/ekologiska-konsekvenser/

 

Does Hydropower Reduce Greenhouse Gas Emissions? WCD-report, The Hauge,27.11.2007

Webadressa:

HYPERLINK "http://www.dams.org/news_events/press357.htm"www.dams.org/news_events/press357.htm

Frá WCD heimasíðuni kann alt finnast innan byrgingar og árin frá vatnorku.