Vilt inni hjá Lassa og Turid

200 rádýrsskøltar og eini 20 útstappaði djórahøvd prýða veggirnar í stovuni hjá listamanninum Lassa Sørensen og konuni Turid í Sørvági.
- Eg hevði ikki funnið uppá at hongt nakað á veggin, sum eg ikki sjálvur hevði skotið, sigur Lasse.

Lasse Sørensen er føddur í Danmark, men hevur búð í Føroyum síðan 1960. Hann er kendur fyri sínar vøkru tekningar og málningar av náttúru og dýrum í Føroyum og uttanlands.

Tann síðan av Lassa, sum kanska ikki er so kend, er veiðumaðurin Lasse.

Skøltarnir, sum hanga á langa vegginum í stovuni eru frá 1965 og fram til 2009. Á hvørjum ári er Lasse í Danmark til rádýraveiðu, og hvørt einasta rádýr endar á vegginum.

- Tá eg hyggi á veggin, minnist eg aftur á, hvussu tað var á teimum ymisku veiðuferðunum, greiður hann frá.

Á vegginum undir liðini av skøltunum, er eitt stórt høvd av eini antilopu, ið Lasse skjeyt á eini ferð til Suðurafrika 1988.


Barnaheimið

Húsið, sum hjúnini búgva í, er barnaheimið hjá Turid. Uppruna húsini stóðu klár í 1934, men tá Lasse og Turid fingu børn, var bygt uppí. Nú eru heili seks kømur á loftinum.

Børnini eru vaksin og búgva bæði í Danmark.

Turid hevur arbeitt sum lærari í Sørvágs skúla í nógv ár. Hon nýtir tey nógvu hornini at hanga jólapynt á, nú jólini nærkast og dótturin við maka kemur heim.

- Tá antilopan kom í túnið, mundi eg svímað. Kassin var so øguliga stórur, so eg skilti slettis ikki hvat tað var, sum var í, fortelur Turid.

Hon hevur verið við á nógvum veiðuferðum, men ongantíð skotið nakað sjálv.

Sonurin Jákup hevur arvað veiðuáhugan frá pápa sínum, og starvast nú við at vísa hvussu ein flettur og haggreiður djór.

- Tað løgna er, at Jákup felldi sítt fyrsta rádýr á sama staði, har eg felldi mítt fyrsta í 1965, greiður Lasse frá.

Tey nógvu veiðuminnini í heiminum eru ikki har, tí Lasse vil reypa av sær sjálvum.

- At vera veiðumaður er ein "lidenskabur" og ein áhugi, og tí vil man minnast aftur á tað, greiður hann frá.

Áhugin hevur eisini givið seg til kennar í 19 bókumm um nátturu og djóralív, og nógvar greinar í donskum, føroyskum og altjóða tíðarritum um veiðulív.



Fakta LasseS

Navn: Lasse Sørensen

Aldur: 74

Bústaður: Sørvági

Familja: Turid og børnini Selma og Jákup við familjum

Listaframsýningar: Ì Føroyum, Danmark, Ìslandi, Grønlandi, Noregi, Svøríki, Álandi, Onglandi, Týsklandi, Pólandi, Belgia og Fraklandi.

Bøkur: Givið 19 bøkur út - illustreraðar við egnum tekningum.