Serliga nógvir luttakarar vóru úr Norðoyggjum og Eysturoy, men eisini aðrastaðni høvdu fólk leitað sær suður, har skúlin í Porkeri var karmur um gistingina, ímeðan VILT stóð sum fyriskipari av renni- og heilsuátakinum.
Tiltakið endaði sunnudagin og hava umleið 60 ? 70 luttikið og gjøgnumført, ein ella fleiri av teinunum.
Seinasti teinurin, sum bleiv gjøgnumførdur, var úr Trongisvági og norður til Sandvíkar. Tey, ið vóru til gongu, fór avstað, úr Trongisvági kl 08.00 og vóru í Sandvík góðar tveir tímar seinni. Rennararnir, sum løgdu avstað kl. 09.00, kláraðu henda seinasta teinin, sum var góðar 15km, upp á 60-90 minuttir.
Veðrið var umskifitandi í vikuskiftinum, men tá tiltakið kom at enda, stóð sólin hægst á himli. VILT de Suðuroy var at enda komið, og luttakararnir gjørdu klárt at fara til guðstænastu í Hvalbiar kirkju, har Símun P. Jacobsen prestur prædikaði og eisini umrøddi heilsu.
Áðrenn luttakararnir, ið vóru komnir suður til VILT de Suðuroy, løgdu leiðina norðuryvir aftur við Smyrli, lá leiðin runt á Tvøroyri og Froðba, oman á havnalagið, har Seglloftið bleiv karmur um hugnaliga løtu, við kaffi, práti og ikki minst line-dans.
Umframt hetta, ið tey upplivdu seinasta dagin á túrinum, so var eisini vitja í Fámjin, har sera áhugaverdur fyrilestur var á skránni, saman við vaflum og kaffi. Eisini vitjaðu teir Fiskieiðið í Hvalba.
- Jú, eitt væleydnað tiltak, sum vónandi hevur kveikt enn fleiri at fara út at røra seg, og taka hond um egna heilsu, vóna fyrireikararnir.










