Villmenn fingu fólk av húsum

Føroya villasti dansibólkur Villmenn, senda javnan út sonevnd Villmannabrøv, í tí nýggjasta brævinum verður skrivað um dansin í Sørvági í vikuskiftinum. Villmannabrævið:

 

?Hóast dundrandi ódnarveður, so var dansur sum ætlað í Sørvágs Bio leygarkvøldið. Roknað var ikki við at nógv fólk fóru at koma, av tí at tað var ikki veður at fara útum. Men tá ið avtornaði, vóru rættuliga fitt av fólki í dansi. Tað er gleðiligt at síggja at fólk leggja so nógv fyri, fyri at koma og rocka, og hugna sær saman við okkum. Tað bleiv eisini til eitt gott kvøld, sum nú er blivið vanligt í her vestri. Tann einasti sum hevði tað nakað strævið hetta kvøldið var Finnur. Hann hevði verið og hugt eftir FS vágum fyrr um dagin. Sløvur sum hann er, stakkalin, so hugsaði hann ikki um at hann skuldi syngja 4 tímar út í eitt, seinni um kvøldið. Avleiðingin var tann, at hann rópaði seg hásan til fótbólt, og hevði tað, milt sagt, forbanna strævið um kvøldið. Men sum man sigur, sjálvgjørt er vælgjørt. So vónandi lærir býttlignurin av mistakinum....... Villmenn eru annars fanir undir at endurnýggja dansiprogrammið, so komandi tíðina verður nógvur nýggjur tónleikur á skránni......rock on?