Viljormur og Vejle staðfestu oddasessin

Heini Vatnsdal og Fremad Amager vunnu eisini hetta vikuskiftið

 

Tað gjørdist talan um eitt gott føroyinga-umfar í næstbestu donsku fótbóltsdeildini hetta vikuskiftið.

Viljormur í Heiðinum Davidsen var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, Vejle á heimavølli á Nørreskoven leikvøllinum staðfesti oddasessin við at vinna 1-0 á HB Køge. Ylber Ramadani skoraði sigursmálið tá ein tími var farin av dystinum.

Heini Vatnsdal var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, Fremad Amager á heimavølli vann 4-2 á Fredericia FC. Í steðginum var Fremad á odda 1-0, og tá 66 minuttir vóru farnir av dystinum hevði Fremad økt til 4-0. Seinastu løtuna slapp Fredericia at pynta um støðuna við tveimum málum. 

Komandi leygardag spælir Vejle á útivølli móti Hvidovre. Fremad Amager spælir á útivølli móti Skive komandi sunnudag.

Vejle er á odda við 41 stigum. Seks stig eru niður til grannarnar, Fredericia FC, ið hava 35 stig. Fremad Amager er nummar seks við 27 stigum. Seks stig eru niður til niðurflytingarstrikuna.