Viljormur fær ikki leikbann

Viljormur Davidsen fær ikki leikbann, hóast hann bleiv útvístur seinast Vejle spældi

Kappingarnevndin hjá DBU og Superliguni hevur í dag staðfest, at Viljormur Davidsen ikki fær leikbann av umstrídda reyða kortinum, sum hann fekk móti SønderjyskE fyrr í hesum mánaðinum.

 

Les eisini: Reyða kortið er ein risa dómarafeilur (Video)

 

Hann bleiv útvístur av Sandi Putros, tá hann feldi áleypara hjá SønderjyskE, sum tó tóktist hava kós móti hornaflagginum, heldur enn málinum. Tá er gula kortið vanliga revsingin, men føroyski landsliðsbakkurin fekk reyða kortið.

 

Beint eftir dystin vildi dómarin ikki viðurkenna, at hann hevði gjørt ein feil, men tað hevur hann nú, sigur kappingarnevndin. Viljormur Davidsen var púra ósamdur í dómarin, tá hann fekk reyða kortið. Nú er tað strikað.