Vilja vit hava eina prikkuta rennibreyt í Havn?

Oddvør Johansen
----

Hvønn dag koma nýggir hvítir prikkar, nokkso stórir, á geirarnar, har runnið verður.
Prikkar? Ja, prikkar av tyggigummi. Serliga ringt er tað, tá ið barnatiltøk eru, tá kvinnurenning er, ella tá ið “gesta-skúlaflokkar” vitja.
Tá kann eg samla 20 tyggigummi eftir einari løtu, men nú tími eg ikki meira. Prikkarnir verða verandi á rennibreytini tey næstu 20 árini – alt eftir, hvussu seigt slagið er.
Ítróttartrenararnir siga mær, at tað er forboðið at hava tyggigummi, tá ið trenað verður.
Tó – nýggir prikkar koma hvønn dag. Skal hetta halda fram, fáa vit eina prikkuta rennibreyt fyrsta dagin. Vilja vit tað?
Um ikki, so eru tvey ting at gera:
1. forbjóða tyggigummi á økinum (eisini rundanum økið)
2. Lata feløgini gera serligar “tyggigummidagar”, har eingin trening er, men har øll, eisini mammur og pápar, ommur og abbar l o y s a tyggigummiið við fingrunum og koyra tey í rusk.
Øll sum kenna meg vita, at eg elski tyggigummi. Men tá skal tað vera inni í munninum.