Upptakt
Tað er ikki nøkur løtt uppgáva, sum EB/Streymur hava, tá teir vitja HB sunnudagin. At skula takast við meistararnar á útivølli er í sjálvum sær tungt, og hagtølini tala so heldur ikki fyri EB/Streymi. Í fimm útidystum móti HB hevur EB/Streymur hvørki fingið mál ella stig, men hetta tykist ikki vera nakað, sum ræðir spælararnar á liðnum, kortini.
- Tað má so væl vera nakað, sum vit mugu royna at broyta, heldur Fróði Clementsen, sum aftur í ár er partur av liðnum hjá EB/Streymi.
- Hugburðurin hesa vikuna hevur í øllum førum verið góður. Eg haldi, at menn royna at brúka laka avrikið á Tvøroyri positivt, soleiðis at vit nú skulu vaska tapið av okkum, og tað ætla vit so at arbeiða fyri. Vit hava so eitt stig, tá dysturin byrjar, og hetta vilja vit halda fast um. Og er møguleikin til øll trý, so vilja vit sjálvandi eisini royna eftir tí, staðfestir Fróði.
Hann sigur víðari, at teir hava at kalla allar mans tøkar. Einasta undantakið er Johan á Stongum, sum ikki hevur fingið vant í vikuni. Hann hevur drigist við skaða og verður neyvan tøkur sunnudagin.
Heine og Vagnur venja
Hjá HB hava teir báðir seinastu dystirnir givið fulla úrtøku, og tað hevur aftur ført liðið móti oddinum í landskappingini.
Á heimavølli er kravið frá áskoðarunum helst eisini ein sigur, og tað tykist eisini vera tað, sum spælararnir fara eftir.
Enn eru Vagnur Mohr Mortensen og Heine Fernandez skaddir, men teir eru spakuliga byrjaðir at venja. Fram til tá verður fremsta álopsplássið helst mannað av Hans á Lag, og hesum tykist høvuðssterki spælarin heldur einki at hava ímóti.
- Eg trívist í øllum førum væl her frammi, men tú skalt ikki spyrja meg, hvussu støðan er, tá Heine sjálvur er tøkur aftur. Eg spæli har, sum venjarin biðjur meg spæla, og higartil hevur tað so gingið hampuliga væl, heldur toppskjúttin hjá HB.