Í Hósvík eru tey farin at savna undirskriftir inn fyri at varðveita fólkaskúlan í bygdini.
Arbeiði hevur verið í gongd í eina tíð nú, og í dag eru áleið 100 undirskriftir innsavnaðar.
Ein teirra, sum hevur tikið stig til at savna undirskriftir inn, er Hans Jacob Djurhuus.
Hann sigur við Rás2 í dag, at tey í Hósvík stúra fyri, at bygdin doyr út, og at eingin framyvir fer at seta búgv í Hósvík, um eingin fólkaskúli er í bygdini.
– Hósvík verður av álvara ein útjaðari, um vit niðurleggja skúlan, sigur Hans Jacob Djurhuus.
Í næstum fara hósvíkingar at handa undirskriftirnar til borgarstjóran í Sunda Kommunu, Heðin Zachariassen.









