Vilja styrkja sambandi við sálarfrøðingar

Sálarfrøðilesandi vilja stimbra sambandið millum núverandi og komandi sálarfrøðingar.

 

– Kom og hoyr spennandi faklig innsløg og fá møguleika at hitta onnur sálarfrøðilesandi og sálarfrøðingar, sigur Studentarsektiónin í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, sum skipar fyri tiltakinum.

 

Rannvá Jørgensen, nýútbúgvin sálarfrøðingur úr Århus kemur at greiða frá angist og ACT (Acceptance Commitment Therapy) og Jan Willemoes, sum er serfrøðingur í arbeiðs- og organisatiónssálarfrøði, fer eisini at hava eina framløgu.

 

Mikudagin 7. august skipar nevndin hjá felagnum Føroyskir  Sálarfrøðingar - studentarsektiónin – fyri summartiltaki fyri sálarfrøðilesandi. Studentarsektiónin er mannað av fimm sálarfrøðilesandi og einum sálarfrøðingi. Eitt av endamálunum við studentarsektiónini er at stimbra um netverkið ímillum núverandi og komandi sálarfrøðingar.

 

– Eins og í fjør verður skipað fyri hugnaligum og kunnandi tiltaki fyri sálarfrøðilesandi. Nevndin leggur dent á, at tiltakið er fyri øll sálarfrøðilesandi og virkandi sálarfrøðingar, og at hetta er eitt gylt høvi at skapa samband og samstarv millum lesandi og arbeiðsmarknaðin her í Føroyum, siga fyrireikararnir.

 

Tiltakið verður í Handilsskúlanum í Havn og byrjar mikudagin 7. august klokkan 18. Umframt faklig innsløg, kjak og hugna, verður eisini matur og drekka.