Ferðavinna
Hesi seinastu árini er streymurin av fremmandum ferðamannaskipum, sum eru komin til Havnar, alsamt øktur.
Men nú vilja suðuroyingar eisini sleppa upp í part.
Tvøroyrar Býráð er nú farin at kanna møguleikarnar fyri at fáa fremmand ferðamannaskip til Suðuroyar.
Fyrsta stigið í hesum kanningum er tikið.
Tað varð tikið, tá ið Chris Jan Michelsen, havnafúti á Tvøroyri, í farnu viku var á stórari ferðaskipa-stevnu í Miami í Florida í USA.
Londini í Útnorðri, Føroyar, Ísland og Grønland, hava felags bás á hesi stevnuni og havnafútin á Tvøroyri var við í hesum básinum.
Á stevnuni bjóðaði hann Tvøroyrar Havn og Suðuroynna fram sum ferðamál hjá teimum stóru ferðamannaskipunum, sum á hvørjum sumri pløga atlantshavið her um okkara leiðir.
Umframt Tvøroyri, bjóðaði eisini Tórshavnar Havn seg fram og aðrar havnir vóru ikki umboðaðar.
Tórshavnar Havn hevur verið við í hesum í fleiri ár og har hevur tað sanniliga givið úrslit, tí har
koma alsamt fleiri og fleiri ferðamannaskip hvørt summar. Og í ár fara fremmandu ferðamannaskipini, sum skulu leggja at í Havnini, kanska at nærkast teimum hálvthundrað, og tað er met.
Fyrsta stigið
Men Chris Jan Michelsen ásannar, at hendan ferðin til USA kann einanas metast sum ein kanning og sum eitt fyrsta stig í royndunum at fáa ferðamannaskip hendavegin.
? Ferðin til Miami reisti nógv fleiri spurningar, enn hon gav svar, sigur hann.
Hann sigur, at tey, sum hava skil fyri slíkum, siga, at hetta er ein marknaður, sum tað tekur 5-10 ár at byggja upp, so tað verður ikki enn á sinnið, at vit kunnu vænta okkum ein ágóða av hesum - um tað eydnast yvirhøvur.
? Fyrst skal áhugin vekjast hjá teimum, sum eiga hesi skipini. síðani skal áhugin vekjast fyri Tvøroyri sum havn og síðani skal áhugin vekjast fyri Suðuroynni, sum ferðamál. Ikki fyrrenn tá, kann hugsast um at fáa nakran at leggja at her.
Hann sigur, at nú ferð hann at skriva eina niðurstøðu av ferðini og í tí sambandi verður ein natúrligur spurningur um hetta yvirhøvur er nakað, sum tað ber til at arbeiða víðari við.
? Tað er ikki smáttarí, sum tað verður neyðugt at arbeiða víðari við og fáa í rættlag, áðrenn vit kunnu gera okkum vónir um at fáa nakað ferðamannaskip inn á Tvøroyri.
Men hann heldur, at hetta er ein møguleiki, sum avgjørt er verdur at kanna nærri.
? Eg haldi, at tað er avgjørt vert at brúka tað komandi árið til at hugsa seg um í og at royna at koma til nakrar niðurstøður.
Hann heldur, at hvat natúru, søgu og forvitnisligum plássum, viðvíkur er Suðuroy líka væl fyri sum nakar annar partur í landinum.
?Vit hava nógv at vísa fram, sigur hann.
Men hann sigur tað krevjast stórar fyrireikingar til at taka ímóti einum ferðamannaskipi.
?Bara tað at hava bussar til eini 400-500 fólk, ella kanska fleiri, er ein serlig avbjóðing hjá suðuroyingum í sær sjálvum.
? Tað ber ikki til at bjóða fleiri hundrað fólkum í land í Suðuroy av einum ferðamannaskipi og so vóna at tað ber til at fáa bussar til tey.
Tað er ikki væntandi, at nakar fer at útvega sær buss til at koyra við nakrar heilt fáar ferðir um árið, so her krevjast serligar loysnir, skal tað bera til, at útvega buss.
? Ein máti kann sjálvsagt vera at gera sáttmnála um at leiga bussar aðrastaðni frá, teir dagarnar, ferðamannaskip eru í Suðuroy.
? Tað, sum skal til, er rætt og slætt eitt slag av tilbúgving fyri, hvussu vit skulu taka ímóti einum slíkum ferðamannaskipi.