– Tað ræður ein miðaldarlig hugsan og fatan av orsøkini til alkohol- og rúsevnamisnýtslu í Føroyum.
Soleiðis sigur Marianna Andreassen, sociologur og sjúkrarøktarfrøðingur, sum tí meinar, at almennu Føroyar skulu byrja at viðurkenna rúsevnismisnýtslu sum eina sjúku, eins og heimsheilsustovnurin WHO ger.
Hóast vit í dag hava trý tilboð til fólk við rústrupulleikum – Frælsið, Bláa Kross og Heilbrigdið – er hetta ikki nóg mikið til at røkka øllum málbólkum í Føroyum, heldur Marianna Andreassen. Hon arbeiðir tí við at menna eitt nýtt ambulant viðgerðartilboð saman við danska grunninum Novavi, ið eitt nú veitir fleiri ambulant rúsviðgerðartilboð.
– Novavi veitir viðgerðartilboð grundað á evidens og gransking til borgarar, ið ikki eru í málbólkinum fyri døgnviðgerð, sigur hon.
Ætlanin er at byrja eina føroyska Novavi-deild við 10 serkønum starvsfólkum. Hetta veri seg psykiatara, sálarfrøðingi, lækna, socialráðgevara og sjúkrarøkrarfrøðingum.
Á føroysku deildini skal vera møguligt at fáa ambulanta viðgerð – altso viðgerð, sum ikki krevur, at man uppiheldur sær á viðgerðarstovninum í eina tíð.
– Vit mangla evidens- og granskingarbaserað ambulanta viðgerð í Føroyum. Hetta ein møguleiki, eitt “lággottu” tilboð, har ein kann fara inn uttan ávísing frá lækna og uttan bíðitíð. Vit síggja aðrastaðni, at ambulant viðgerð riggar sera væl, sigur Marianna Andreassen.