Vilja seta ambulant viðgerðartilboð í verk í Føroyum

Novavi á fíggjarlógina: – Vit hava brúk fyri fleiri tilboðum, sigur Marianna Andreassen, ið saman við grunninum Novavi arbeiðir fyri einum nýggjum rúsviðgerðartilboði í Føroyum

(Samrøða við Maronnu Andreasen úr Sosialinum 28. oktober 2021, Tema um rúsevni, Pætur Hjalmar Evensson)

 

– Tað ræður ein miðaldarlig hugsan og fatan av orsøkini til alkohol- og rúsevnamisnýtslu í Føroyum.

 

Soleiðis sigur Marianna Andreassen, sociologur og sjúkrarøktarfrøðingur, sum tí meinar, at almennu Føroyar skulu byrja at viðurkenna rúsevnismisnýtslu sum eina sjúku, eins og heimsheilsustovnurin WHO ger.

 

Hetta kann lata upp fyri øðrum viðgerðarhættum, tí viðgerðin í dag kundi verið meira fjølbroytt, heldur hon. Eftir hennara tykki røkka rúsdrekka- og rúsevnisviðgerðatilboðini ikki nóg nógvum føroyingum.

 

– Okkara hugburður í samfelagnum má broytast, so tabu, skomm og stigma ikki er við til at gera, at borgarar við bundinskapi koma ov seint í viðgerð. Okkara hugburður kann nemt fáa okkum til at uppføra okkum meira sum moralskir hirðar enn fakfólk, sigur Marianna Andreassen.

 

Hóast vit í dag hava trý tilboð til fólk við rústrupulleikum – Frælsið, Bláa Kross og Heilbrigdið – er hetta ikki nóg mikið til at røkka øllum málbólkum í Føroyum, heldur Marianna Andreassen. Hon arbeiðir tí við at menna eitt nýtt ambulant viðgerðartilboð saman við danska grunninum Novavi, ið eitt nú veitir fleiri ambulant rúsviðgerðartilboð.

 

– Novavi veitir viðgerðartilboð grundað á evidens og gransking til borgarar, ið ikki eru í málbólkinum fyri døgnviðgerð, sigur hon.

 

– Um øll samstarva, kann tað gerast nógv betur. Hetta má ikki vera ein kapping, men vit ímynda okkum hinvegin eina synergieffekt, sigur Marianna Andreassen.

 

Tað optimala hevði sambært henni verið eitt tættari og breiðari samstarv millum øll, sum hava nakað við rúsevnismisnýtslu og viðgerð at gera – hetta fevnir bæði um viðgerðarstovnar, men eisini Sjúkrahúsverkið, Almannaverkið, Fólkaheilsuráði, Fróðskaparasetrið og Kriminalforsorgina.

 

– Vit mangla ambulanta viðgerð

 

Ætlanin er at byrja eina føroyska Novavideild við 10 serkønum starvsfólkum. Hetta veri seg psykiatara, sálarfrøðingi, lækna, socialráðgevara og sjúkrarøkrarfrøðingum.

 

Á føroysku deildini skal vera møguligt at fáa ambulanta viðgerð – altso viðgerð, sum ikki krevur, at man uppiheldur sær á viðgerðarstovninum í eina tíð.

 

– Vit mangla evidens- og granskingarbaserað ambulanta viðgerð í Føroyum. Hetta ein møguleiki, eitt “lággottu” tilboð, har ein kann fara inn uttan ávísing frá lækna og uttan bíðitíð. Vit síggja aðra- staðni, at ambulant viðgerð riggar sera væl. Og seinastu árini hava víst, at ambulantu viðgerðartilboðini eru tað, sum munar. Vit kunnu fáa viðgjørt nógv fleiri fólk, enn um viðgerðin skal verða undir innlegg jan, og harafturat er tann ambulanta viðgerðin munandi bíligari enn innleggjan, sigur Marianna Andreassen.

 

Men viðgerðarstovnurin Frælsi á Eiði hevur longu bjóðað ambulanta viðgerð seinasta árið – MOVE kallast tað, og tað hevur riggað væl, sambært leiðsluni har. Blái Krossur hevur eisini ambulanta viðgerð. Hví er tørvur á enn einum ambulantum tilboði?

 

– Øll tilboðini í Føroyum eru ordiliga góð. Men vit hava brúk fyri fleiri tilboðum. Vit mugu hava eina breiða tilgongd til bundinskap, tí tørvurin er so mangfaldaður, sigur Marianna Andreassen.

 

Hon vísir á, at krøvini til rúsviðgerð eru herd, og tí krevur viðgerð málrættaðan serkunnleika.

 

– Í dag mangla vit servitan og eina meira differentieraða rúsviðgerð, eins og tá man hevur til dømis kropsligar sjúkur, sigur Marianna Andreassen og leggur aftrat, at ein gongd leið er at sameina ymiskar rúsevnisviðgerðir betur. Til dømis viðgerðartilboð til borgarar, sum hava bundinskap saman við øðrum diagnosum, serliga psykiatriskar diagnosur, blandings- misbrúk ella bundinskap av heilivági.

 

Rigga royndir aðrastaðir frá í Føroyum?

 

Meiningin við Novavi Føroyum er at sniðgeva viðgerðatilboðini til føroysk viðurskifti. Og útbúgva føroyingar til at kunna veita eina evidens- og granskingarbaserað viðgerð, sum krevst í Føroyum. Tað er tó ein sannroynd, at føroyska samfelagið og harvið eisini rúsevnisumhvørvið er munandi øðrvísi enn aðrastaðir. Ber tað yvirhøvur til at yvirføra eitt tilboðið aðrastaðir frá til føroyska tørvin?

 

– Ja, tað ger tað. Novavi hevur longi royndir frá føroyingum, sum eru í viðgerð, og nógvir føroyingar eru eri eisini í videoviðgerð hjá Novavi, sigur Marianna Andreassen.

 

Men hvussu við fysisku viðgerðini?

 

– Fyri at Novavi Føroyar kann etablera seg í Føroyum, manglar Novavi góðkenning til at fara í gongd fysiskt. So higartil hava tey verið í gongd talgilt, eitt nú við videoviðgerð, fortelur hon.

 

Umsøkn frá Novavi er send til Heilsutrygd.

 

– Mett verður, at tað ikki skuldi verið ein trupuleiki at fáa góðkenning, tí viðgerartilboðini eru bygd á serkøna vitan og háttarløg, og tey lúka allar galdandi treytir.

 

– Novavi Føroyar byrjar beinanvegin at útbúgva føroysk starvsfólk, so tað verður eitt føroyskt arbeiðspláss við tilboðum, ið eru tilpassað føroyskum umstøðum, sigur hon.

 

Vilja á fíggjarlógina

 

Tað skulu sum sagt 10 serkøn starvsfólk knýtast at tilboðunum, og tað er jú ikki ókeypis – hvussu skal alt hetta fíggjast?

 

– Ja, tað er so tað. Trupulleikin er nemliga fíggingin. So vónin er at fáa ambulanta tilboðið á fíggjarlógina, so vit í Føroyum kunnu bjóða ambulant tilboð til allar málbólkar, og viðgerðatilboðini kunnu nøkta tørvin í framtíðini, sigur Marianna Andreassen.

 

Roknað verður við, at samlaða fíggjarætlanin verður áljóðandi 7,4 milliónir krónur, tá alt tilboðið kemur at koyra við umleið 240 borgarum í miðal um árið.