Danska bryggjaríið Carlsberg fer í 2018 at selja øl í fløskum, sum eru gjørdar úr træfibrum.
Talan er um ein trý ára langa granskingarætlan, sum nú skal førast út í lívið.
Fløskan, sum kallast Green Fiber Bottle, er tann fyrsta av sínum slagi. Fyrimunurin við fløskuni er, at hon verður gjørd úr tilfari, sum tað finnist ovmikið av, og endar fløskan úti í náttúruni, verður hon niðurbrotin innan fimm ár.
Enn hevur Carlsberg ikki gjørt av, hvørjar drykkir nýggja træfløskan skal brúkast til, ella hvør marknaður fær gleðina av fyrstu royndunum.










