Hoyvík: Hjúnini Senøva og Dánjal Petersen tóku herfyri við sum leiðarar av ungdómsarbeiðinum í samkomuni Lívdini.
- Vit eru sera glað fyri hesa uppgávuna, ið vit hava fingið, og fyri tey ungu, ið longu eru virkin í arbeiðinum, siga tey bæði.
Teirra visjónir fyri arbeiðið eru í høvuðsheitum í tveimum:
Í fyrra lagi, vilja tey reka ungdómsarbeiðið við tí endamáli at røkka bæði inneftir og úteftir.
Men, staðfesta tey: - Meðan vit royna at fáa nýggj fólk at koma til ungdómsmøtini, mugu vit endiliga ikki gloyma tey, ið longu eru trúføst.
- Fyrst mugu vit arbeiða upp á “infrastrukturin“, og síðani verður hugt meira úteftir!
Senøva er úr Sandavági. Hon hevur gingið á bibliuskúlanum hjá GLO í Motherwell í Skotlandi. Dánjal er úr Havn.
Fyri einum ári síðan varð hann fyrsti føroyingur nakrantíð, sum tók eitt BA Honours prógv í gudfrøði frá Birmingham Christian College í Onglandi.
Senøva og Dánjal giftust í fjør og búgva í Sandavági.